Danska Caroline Wozniacki skal í nátt spæla móti hálvfinalistinum frá Wimbledon í ár, Elinu Svitolina, í Cincinatti Masters, og væntandi fer dysturin at vera ein góður mátistokkur fyri, hvussu tað fer at eydnast Wozniacki í US Open í ár.
Tað var fyri nøkrum mánaðum síðani, at Wozniacki boðaði frá, at hon aftur fór at royna seg sum tennisleikari eftir at hava verið “pensionerað” í trý og eitt hálvt ár.
Málið er at vinna US Open, segði Wozniacki tá, sum hevur eitt grand slam meistaraheiti á steypahillini við hús.
Tað var í 2018, at Wozniacki vann Australian Open. Harumframt hevur hevur Wozniacki verið í finaluni í US Open tvær ferðir, har hon aðru ferð tapti móti Kim Clijsters og hina ferð tapti móti Serenu Williams.
Tað kom ikki sørt óvæntað, tá Wozniacki boðaði frá, at kettjarin nú var streingjaður aftur, tí tá hon gavst, gjørdi hon greitt, at talan var ikki um ein steðg – hetta var endin.
Men so var ikki kortini, og nú er málið US Open, hevur Wozniacki gjørt greitt.
Wozniacki hevur bert spælt tveir dystir, síðan hon valdi at taka yrkisleiðina upp aftur, og báðir vórðu spældir í Canadian Open. Wozniacki sigraði á Kimberly Birrell í fyrsta umfari, men tapti móti Wimbledon vinnaranum Marketu Vondrousova í øðrum umfari.
Talan gjørdist kortini ikki um skrædl, ið kanska óttast kundi áðrenn dystin. Wozniacki hevur verið burtur frá tennisítróttini í trý ár, hon átti eitt barn í oktober í fjør, og hon stríðist við giktfepur. Hóast hetta megnaði hon at vinna sjey partí í dystinum, og áhugavert verður tí at síggja, hvussu leikur gongur móti Elinu Svitolina í nátt.