Yrkissáttmáli til yngsta leikara í Serie A nakrantíð

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Francesco Camarda var føddur 10. mars 2008 í Milano. Hann byrjaði at spæla við felagnum í grannalagnum, Afforese, men AC Milan var tíðliga eftir honum og í 2015 skifti hann til stórfelagið, har hann sostatt hevur spælt síðani hann var 7 ára gamal.

Í vetur hevði Milan nógvar skaðar og venjarin, Stefano Pioli, sá onga aðra loysn enn at søkja um serligt undantaksloyvi til unga, evnaríka áleyparan, tí leikarar yngri enn 16 ár ikki sleppa at vera partur av fyrstaliðnum.  Camarda hevði víst seg fram á U19-liðnum. Tann 25. november varð Camarda settur á vøllin í 83. minutti fyri Luka Jović. Camarda var tá 15 ár og 260 dagar, meðan Milan vann 1-0. Hann varð eisini skiftur inn ein annan dyst.

Metið frammanundan átti Wisdom Amey, sum var 15 ár, níggju mánaðir og ein dag, tá hann spældi fyrsta dystin í Serie A fyri Bologna í 2021.

Í juni mánaða varð Francesco Camarda kosin til besta leikara undir EM 2024 fyri U17-landslið og skoraði eisini 4 mál í kappingini. Fyrradagin skoraði hann tvey mál í 3-0 sigrinum á Norðurírlandi í EM 2024 fyri U19-landslið. Nú hevur hin 16 ára gamli Francesco Camarda skrivað undir fyrsta yrkissáttmálan, sum er galdandi komandi trý árini.