Fiskimálaráðið boðar i dag frá, at yvirlitini fyri 2024 yvir ognarviðurskiftini í fiskivinnuni og yvir fiskirættindi eru almannakunngjørd.
Endamálið við hesum útgávum er at tryggja gjøgnumskygni um, hvør eigur fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt. Við hesum kunnu fólk á ein einfaldan hátt fáa yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska flotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt.
Útgávan Ognarviðurskiftini í fiskivinnuni vísir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum. Útgávan Fiskirættindi er eitt yvirlit yvir fiskirættindini hjá føroyskum fiskiførum í 2024, sum er bygt upp í trimum stigum:
1. Bólkar. Hvussu eru fiskirættindini í kunngerð skipað í bólkar, tað merkir kvotu- og fiskidagabólkar ella annað slag av bólkum.
2. Feløg. Hvørji feløg høvdu rætt til fiskirættindi í einstøku bólkunum.
3. Skip og bátar. At hvørjum skipum ella bátum hava feløgini knýtt rættindini.
Tað er Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum saman við VØRN hevur staðið fyri útgávunum.
Báðar útgávurnar Ognaryvirlit og Fiskirættindi liggja á heimasíðuni hjá Vørn, vorn.fo, undir Snarleiðir, og á heimasíðuni hjá Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum, fisk.fo, undir Frágreiðingar og álit. Á nevndu slóðum liggja eisini útgávurnar frá undanfarna ári.