Yvirlýsing frá Føroyingum fyri friði nú evstu leiðarar í ríkinum vitja Føroyar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Friðartilgongdir ella vápnadubbing nú evstu leiðarar í ríkinum vitja Føroyar


Í síðstu viku vitjaðu kongshjúnini og í hesari vikuni vitjar forsætisráðharrin saman við sínum nærmastu ráðharrum í sambandi við Ríkisfund og fund í Samstarvsráðnum. Tey eru vælkomin til Føroya.

Men nevndu umboð fyri danska Ríkið stuðla í løtuni ein politikk, sum raðfestir vápnadubbing framum friðartilgongdir. Hetta hevur við sær, at kríggj halda fram, har ósek menniskju dagliga lata lív, og polariseringin millum fólkasløg og samfelagsbólkar økist við fígginda- heldur enn vinamyndum.

Vápnadubbingar-politikkurin hervaldsgerð eisini samfelagslig viðurskifti í breiðum týdningi, tí fortreytin tykist vera ein dystur millum tey góðu hesumegin og tey óndu hinumegin.

Ella sagt við øðrum orðum: “Tað er neyðugt at vápnadubba, tí ávís fólkasløg í heiminum eru vandamikil”.

Spurningurin er bara, um tílíkur politikkur ger heimin og gerandisdagin hjá vanliga fólkinum tryggari? Neyvan.

Tí tað er sjáldan úrvalsfólkið, ið ræður fyri borgum, sum líðir í kríggi, yvirgangi og harðskapi; tað ger harafturímóti vanliga fólki, børn, kvinnur og menn.

Føroyar kunnu sum partur av heimssamfelagnum velja eina øðrvísi og savnandi leið, og geva til kennar yvir fyri kongi, forsætisráðharra og heimsins leiðarum annars, at friðartilgongdir og vápnaavdubbing er besta, og mest varandi loysnin, til at skapa frið og tryggleika millum fólk, fólkasløg og heimsins lond.

Føroyingar fyri friði vilja tí við hesari yvirlýsing heita á Løgting, Landsstýrið og Føroya fólk, um at virka fyri friðarhugsjónini (pasifismu), vápnaavdubbing, forstáilsi fyri ymiskum mentanum, menniskja- og javnrættindum – bæði her heima og uttanlands – fyri at fyribyrgja kríggj, polarisering og harðskap av einum og hvørjum slag.

Á bonaðum gólvum ílatin vápnaklædning.
Á stirvnum krígsfløtum ílatin líkverju.
Gævi mótsetningar kunnu hittast í øðrum búna!



Hoyvík, 16. juni 2025

Vegna Føroyingar fyri friði

Henrik Weihe Joensen