Einans 12 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini vann A-bólkin í borðtennis í fimta Grand Prix-umfarinum í Trongisvági um vikuskiftið. Í bólkafinaluni vann hann vann á 20 ára gamla A-landsliðsleikaranum, Ára Fríðason Jensen í einum spennandi og væl leiktum dysti, sum endaði 3-2 til Rasmus. Rasmus er yngsti leikarin nakrantíð, sum hevur vunnið A-bólkin í einari Grand Prix-kapping.
Fleiri av profilunum og undanfarnu A-bólkavinnarunum, Fróði Fríðason Jensen, Hallur Thorsteinsson og Anton Snygg, vóru ikki við hetta vikuskiftið, og tískil var kappingini frammi í oddanum nærum púra opin. Tí gjørdi Rasmus Teitsson í Skorini sær dælt av og vann.
Rasmus hevur verið í serflokki seinastu tíðina. Síðsta vikuskifti vann hann tvey gullheiðursmerki í íslendsku kappingini BH Open, í aldursbólkunum U13 og U15. Næsta vikuskiftið fer stortalentið úr Tór aftur uttanlands at kappast, tá ið skal hann saman við føroyska ungdómslandsliðnum luttaka í Roskilde Stævne í Danmark.
Í B-bólkinum vunnu Edvard Faa Nårstad og Jóel E. Bringsberg, og fluttu seg upp í A-bólkin. Teitur Haraldsen Albinus vann C-bólkin og flytur upp saman við Suna á Lava.
TBF-leikarar vunnu bólkarnar D, E, F og G. Sigursvinnarar vóru Benjamin Simonsen, Pumin Poulsen, Rúnar Gunnarsson og Rói Ragnarson Mortensen. Aron Kruse Niclasen úr Tór vann bólkin H og tryggjaði sær uppflyting.
49 leikarar kappaðust í Grand Prix-umfarinum í Trongisvági. Sætta og seinasta Grand Prix-umfar verður spælt 15. februar í høllini á Hálsi í Havn.
Úrslit – 5. Grand Prix umfar
Bólkur A
1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
2. Ári Fríðason Jensen (Tór
3. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
4. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
5. Kai Roest (TBF)
6. Poul Knút Poulsen (TBF)
Bólkur B
1. Edvard Faa Nårstad (TBF)
2. Jóel E. Bringsberg (Tór)
3. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
4. Jákup Margar Debess (Tór)
5. Hadassa S. Christiansen (Tór)
6. Bogi Gardar Bringsberg (Tór)
Bólkur C
1. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
2. Suni á Lava (Tór)
3. Rókur Løkjá (Tór)
4. Viljar Dulavík (Tór)
5. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
6. Tummas Wilhelm (Tór)
7. Maiken Hammer (TBF)
Bólkur D
1. Benjamin Simonsen (TBF)
2. Filip Restorff (Tór)
3. Allan Christiansson (TBF)
4. Levi Simonsen (TBF)
5. Liam Steinkross (TBF)
Bólkur E
1. Pumin Poulsen (TBF)
2. Elias Otthamar Olsen (Tór)
3. David Simonsen
4. Baldur Garðshamar (TBF)
5. Teitur Jespersen (Tór)
6. Filip Thorsteinsson (TBF)
Bólkur F
1. Rúnar Gunnarsson (TBF)
2. Erik Biskopstø (Tór)
3. Christian Restorff (Tór)
4. Adrian Gunnleifsson Hvíthamar (Tór)
5. Dávur Dionsson (TBF)6. Mattias Holm (TBF)
Bólkur G
1. Rói Ragnarson Mortensen (TBF)
2. Rókur Kjærbo (TBF)
3. Angelina Øster (TBF)
4. Heini Trygvason á Váli (Tór)
5. Kaja Thomsen (TBF)
6. Martin Carlsson (Tór)
7. Frej Thomsen (TBF)
Bólkur H
1. Aron Kruse Niclasen (Tór)
2. Jónas Thomsen (TBF)
3. Bára Sørensen (TBF)
4. Helga Mortensen (TBF)
5. Johanna Maria Midjord (TBF)
6. Tristan Zilas Regaspi Jacobsen (TBF)
49 leikarar kappaðust í Trongisvági