Borðtennisleikarar fýra heiðursmerki í Roskilde

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyskir borðtennisleikarar spældu um vikuskiftið í stóru donsku kappingini Spar Nord Roskilde. Seks føroyskir ungdómsleikarar vóru við í kappingini í Roskilde Kongres- og Idrætscenter.

Leikararnir vóru Bogi Gardar Bringsberg, Elsa Kathrina Gisladóttir, Hadassa S. Christiansen, Jósva F. Højgaard, Rasmus Teitsson í Skorini og Suni á Lava.

Heiðursmerkini glitraðu, og tað gjørdist til fýra føroysk heiðursmerki.

Elsa Kathrina Gisladóttir vann eitt gull í Dame Ungdom B. Hóast hon var fleiri ferðir um at detta út, vísti hon sálarliga styrki og vann finaluna 3-2 við 11-9 í avgerandi setti. Á veg í finaluna vann hon millum annað 3-1 á landskvinnuni Hadassa S. Christiansen.

Rasmus Teitsson í Skorini vann trý heiðursmerki. Hann var óstýriligur leygardagin og vann allar sínar tólv dystir leygardagin. Hann vann gull í bæði Yngre Drenge A og Herre Junior C. Hetta er fyrstu ferð í nógv ár, at ein føroyingur vinnur gull í einum fremsta flokki í Danmark. Hann vann eisini bronsu í Drenge B.

Bogi Gardar Bringsberg, Hadassa S. Christiansen, Jósva F. Højgaard og Suni á Lava spældu seg víðari úr bólkaspølum og náddu fjórðingsfinalurnar.