60 krónur fyri atgongumerki til útidystin móti Kosovo

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hondbóltssamband Føroya boðar á heimasíðuni frá, at tey sum vilja keypa atgongumerki til útidystin hjá monnum, Kosovo – Føroyar, kunnu boða frá við at senda teldupost til hsf@hsf.fo.

Atgongumerki kostar einans 60 kr.. Seinasta freist at biðja um atgongumerki er týsdagin 1. apríl.

Landsdysturin í EM-undanbólki 6 verður spældur 8. mai klokkan 19.15. Vinna Føroyar dystin, skuldi verið heilt víst, at Føroyar skulu spæla EM-endaspæl í Oslo í januar 2026.


Frammanundan hevur eventz.fo boðað frá, at tey skipað fyri hondbóltsferð til høvuðsstaðin í Kosovo, Pristina.

Les meira um tann túrin her