Tú lurtar eftir

‘Eitt ordiligt tak’ at upp­rað­festa við­líka­haldið av vega­kervi – Dennis Holm

18.09.2024

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur at Landsstýrið arbeiðir við at uppraðfesta viðlíkahald av landsvegunum og at hetta er ein uppgáva sum krevur breiða politiska undirtøku. Í samrøðu fyrr ídag við Árna Gregersen á FM1 viðgekk Dennis Holm at viðlíkahald og trygd í eldri tunlum ikki liggja á nøktandi stigi í løtuni. “Fleiri av teimum gomlu tunlunum, eins og Landsverk greiddi frá í Degi og Viku fyrr í vikuni, liva ikki upp til tey krøvini sum eru ídag,” segði landsstýrismaðurin. “Teir liva upp til tey krøvini sum vóru tá tunlarnir blivu gjørdir. So tað er neyðugt at fara at hava størri fokus frá landsins síðu av – at fáa økt um játtanina til viðlíkahald av bæði vegum, brúm og tunlum. Tað hava vit sett hol á, men tað krevur nógv størri orku frá tí samlaða politiska landslagnum, frá øllum flokkum. Tí hetta er eitt ordiligt tak sum skal gerast tey komandi nógvu árini og ikki bara eitt ár í senn.” Árni Gregersen spurdi so: “Kann væntast at nakað av hesum her sæst aftur á uppskotinum til fíggjarlóg sum verður lagt fram síðst í mánaðinum?” Til hetta svaraði Dennis Holm: “Vit hava gjørt eina uppraðfesting av viðlíkahaldinum til landsvegakervið generelt – asfaltering – og tað sæst eisini aftur í tí játtanini sum hevur verið á landsvegakervinum seinastu árini, og tað fer eisini at síggjast á tí komandi fíggjarlógini. Men tá tað er sagt, so er tað jú ein realitetur at vit noyðast at gera heilt onnur ting. Vit arbeiða eisini við nøkrum tankum um hvussu tað kann skipast, og fara at royna at taka upp ta diskssiónina upp við øllum flokkum, soleiðis at vit fáa gjørt eina langtíðar avtalu um at vit noyðast at uppraðfesta viðlíkahaldið av landsvegakervinum sum heild.”

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Politikkur (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Jan Højgaard: – Hetta hava vit arbeitt við í 14-15 mánaðir

Tað er ikki tað heilt villa, sum fiskimenn fáa úr ALS, men nú er tíðarskeiðið væl longri. Formaður í Føroya Fi…

21.10.2026
– Ein óskikkur at samráðingar gerast so langar

Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála, sum hæ…

16.10.2026
Elsa Berg: Tak uppskotið aftur

Tórshavnar Havn missir 6-7 milliónir árliga av broytingini, sum Jacob Vestergaard ætlar at seta í gildi. Býráð…

12.10.2026
Politiskt kjak: Undanviðgerðin av fíggjarlógini

Mikudagin kemur løgtingsfíggjarlógin fyri 2027 til viðgerðar á løgtingi. Í dag var undanviðgerð í FM1, har Árn…

05.10.2026
Fíggjarlógin: – Noyðast at halda íløgum aftur

Og onkur almenn størv verða niðurlagaði og løgd saman, staðfestir Aksel V. Johannesen. Landsstýrismaðurin vísi…

30.09.2026
Kjak: Sjálvræðið er rætti vegurin at ganga

Sirið Stenberg, Beinir Johannesen og Aksel V. Johannesen kjakaðust um grønlendsku og donsku avtaluna við USA, …

24.09.2026
– Har stendur einki um Føroyar

– Man kann hava eina vón um at vit frameftir standa saman við okkara sameindu frameftir, sigur Bárður á Steig …

22.09.2026
Lat orðblindalærarar sleppa til arbeiðis

Tað gongur fram á hjá serliga gentunum. Vit skulu hava dreingirnar við eisini, sigur formaðurin í Lærarafelagn…

09.09.2026
– Neyðugt við broytingum í føroyska samfelagnum

Ein styrki at fólk við nógvum breiðum royndum innan tað privata og almenna eru í nýskipanarnevndini, sigur nýg…

01.09.2026
– Nú hava vit samlaðu tilbúgvingina hjá Føroyum í einum og sama stovni

Og arbeiðsumhvørvið og trygdin har verður eftir ætlan eisini styrkt við hesum. Hetta sigur Bárður á Steig Niel…

28.08.2026
Løgmaður bjartskygdur um samgongusamstarvið

Ólavsøkan verður nakað øðrvísi, nú hann er blivin løgmaður. Beinir Johannesen vitjaði Árna Gregersen. Hoyr lon…

24.07.2026
Áramál skal setast á bisp

12 ár hevði verið hóskandi hjá einum bispi at sita í starvinum, sigur Fróði Magnussen, tingmaður. Hoyr samrøðu…

24.07.2026
-Lønardeildin kundi havt sagt dómin

Føroysk miðlafólk legði sak móti landsstýrinum, so felagið fær samráðingarrættin fyri miðlafólkini í Kringvarp…

26.06.2026
Beinir Johannesen eftir tveir mánaðir í løgmanssessinum

Fyrsta tíðin sum løgmaður, samgonguskjalið og avlop á fíggjarlógini. Árni Gregersen hevði vitjan av Beini Joha…

11.06.2026
– Endamálið er at fáa kjøt á tað beinið, sum eitur tjóðarsemjan

Javnaðarflokkurin hevur í dag alment tiltak um altjóða støðu Føroya. Hoyr samrøðu við Sjúrð Skaale her. (Mynd:…

13.05.2026
Okkum tørvar eitt øðrvísi úttrykk – men fara framhaldandi at arbeiða við kristnu grundvirðunum

Hóast nøkur "politiskt niðurløg" trýr Steffan Klein Poulsen uppá stevnuskrá Miðfloksins. Leygardagin verður fy…

07.05.2026