Tú lurtar eftir

‘Eitt ordiligt tak’ at upp­rað­festa við­líka­haldið av vega­kervi – Dennis Holm

18.09.2024

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur at Landsstýrið arbeiðir við at uppraðfesta viðlíkahald av landsvegunum og at hetta er ein uppgáva sum krevur breiða politiska undirtøku. Í samrøðu fyrr ídag við Árna Gregersen á FM1 viðgekk Dennis Holm at viðlíkahald og trygd í eldri tunlum ikki liggja á nøktandi stigi í løtuni. “Fleiri av teimum gomlu tunlunum, eins og Landsverk greiddi frá í Degi og Viku fyrr í vikuni, liva ikki upp til tey krøvini sum eru ídag,” segði landsstýrismaðurin. “Teir liva upp til tey krøvini sum vóru tá tunlarnir blivu gjørdir. So tað er neyðugt at fara at hava størri fokus frá landsins síðu av – at fáa økt um játtanina til viðlíkahald av bæði vegum, brúm og tunlum. Tað hava vit sett hol á, men tað krevur nógv størri orku frá tí samlaða politiska landslagnum, frá øllum flokkum. Tí hetta er eitt ordiligt tak sum skal gerast tey komandi nógvu árini og ikki bara eitt ár í senn.” Árni Gregersen spurdi so: “Kann væntast at nakað av hesum her sæst aftur á uppskotinum til fíggjarlóg sum verður lagt fram síðst í mánaðinum?” Til hetta svaraði Dennis Holm: “Vit hava gjørt eina uppraðfesting av viðlíkahaldinum til landsvegakervið generelt – asfaltering – og tað sæst eisini aftur í tí játtanini sum hevur verið á landsvegakervinum seinastu árini, og tað fer eisini at síggjast á tí komandi fíggjarlógini. Men tá tað er sagt, so er tað jú ein realitetur at vit noyðast at gera heilt onnur ting. Vit arbeiða eisini við nøkrum tankum um hvussu tað kann skipast, og fara at royna at taka upp ta diskssiónina upp við øllum flokkum, soleiðis at vit fáa gjørt eina langtíðar avtalu um at vit noyðast at uppraðfesta viðlíkahaldið av landsvegakervinum sum heild.”

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Politikkur (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Samráðingarleiðarin: – Nú snýr tað seg um smálutir hjá flokkunum

Beinir Johannesen væntar at hava útkastið til samgonguskjalið klárt í dag og ABC-samgonguna uppá pláss áðrenn …

07.04.2026
Beinir Johannesen: – Týðandi fyri Føroyar við breiðari semju

Samráðingarleiðarin tekur samanum, nú partarnir skjótt fara at halda páskir. Eitt útkast til samgonguskjal nær…

01.04.2026
Gera útkastið so liðugt sum gjørligt – síðani í páskafrí

– Vit hava funnið loysnir á nøkrum stórum málum, og øll sita ikki saman í dag, sigur samráðingarleiðarin, sum …

01.04.2026
Samgongusamráðingar: Ovfarin av at tað hevur gingið so skjótt

Hatta er jú eitt satt talv, men Beinir Johannesen plagar at vera erligur, staðfestir Magnus Rasmussen. Fyrrver…

31.03.2026
Mangla stór mál – men vil ikki siga hvørji

Beinir Johannesen er framvegis bjartskygdur um, at ABC kann undirskrivað okkurt áðrenn skírisdag – tá ein steð…

31.03.2026
Tað fyrsta eg hugsaði var: – Tú tvætlar

Síðani ringdi eg til Jóhan Christiansen, sum eg sjálvandi havi samkenslu við. Eirikur í Jákupsstovu vitjaði rá…

31.03.2026
Als ikki komin til málsøkjabýti enn – skulu koma langt aftur í dag

Samráðingarleiðarin er tann einasti, sum úttalar seg, og í fyri løtu síðani greiddi Beinir Johannesen stutt fr…

31.03.2026
Beinir er meira bjartskygdur nú enn tá dagurin byrjaði

Ætlanin er samráðast eina løtu afturat – øll tey valdu eru í gongd, og skjøtul er settur á at skriva samgongus…

30.03.2026
Samráðingarleiðarin: Ætla at gera skjótt av – men skulu eisini halda páskir

– Realitetssamáðingar eru byrjaðar, og eg eri bjartskygdur, staðfestir Beinir Johannesen í samrøðu við FM1 úr …

30.03.2026
Spenningur um samanseting: Støðumeting undan samráðingunum

Beinir Johannesen er farin í gongd eftir at hava fingið samráðingarrættin – veruligar samráðingar byrja mest s…

28.03.2026
– Tað eru ikki bara vit sum hava skyldina

Tað sigur, Sigurd í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, ið hevur Matrikkulstovnin undir sær. Stovnurin hev…

18.03.2026
Valstríðið sett í gongd á FM1

Hoyr samrøður úr tinginum við umboð úr øllum flokkunun, umframt Sonju Jógvansdóttir, beint eftir at løgmaður ú…

25.02.2026
Eingin visti av hesum

Aksel V. Johannesen, løgmaður boðaði ikki hinum samgonguleiðarunum frá, at hann fór at útskriva val. Hoyr samr…

25.02.2026
Tjóðveldistingmaður: – Múlaleiðin er tann betra og bíligari

Arbeiðið hevur ikki verið nóg gott, heldur Erling Eidesgaard, sum hevur verið við at leggja broytingaruppskot …

25.02.2026
– Eg vænti vit aftur standa saman í dag

Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum viðurkennir, at fyrimunir kunnu vera við alternativu farleiðini – men …

25.02.2026
Viðmerkjarar: Her er røringur í millum viðgerðirnar

– Um premissan er, at samgongan skrædnar, so dugi eg at síggja fyri mær, at Framsókn kann taka seg úr, ella at…

24.02.2026