Posta hall á 1,7 milliónur krónur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Posta hevur kunngjørt ársroknskapin fyri 2024, sum vísir eitt hall upp á 1,7 milliónir krónur.

Hóast hallið hevur felagið gjørt framstig, og úrslitið var betri enn undanfarna ár. Samlaða sølan hjá Posta var 108 milliónir krónur, samanborið við 128 milliónir krónur í 2023. Rakstraravlopið áðrenn avskrivingar var 8,1 milliónir krónur, svarandi til 7,5 prosent av søluni.

Stjórin, Edvard Remberg, sigur:

– Vit raðfesta kjarnuuppgávurnar og tryggja haldførar tænastur – nú og í framtíðini. Okkara høvuðsendamál er at flyta vøru, post og pakkar.

Posta hevur víðkað tænasturnar og økt talgildingina. Við fleiri pakkaboksum kring landið, sum eru lætt atkomuligar, og sjálvgreiðslum á app og heimasíðu, ger Posta tað lættari at vera kundi hjá felagnum.

Talan er um eitt virksemi, sum ger, at viðskiftafólk kunnu heinta og senda pakkar frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, samstundis sum tænasturnar hjá Posta eru mentar við talgilding og nýhugsan.

Minkingin í brøvum hevur tó ført til munandi broytingar. Millum annað verða adressuleys lýsingabløð ikki longur borin út, av tí at eftirspurningurin er minkaður munandi.

Posta væntar avlop í 2025.

Í nevndini eru:

  • Árni Ellefsen, formaður
  • Reidar Nónfjall, næstformaður
  • Guðrið Højgaard, nevndarlimur
  • Jóannis Iversen, nevndarlimur, starvsfólkaumboð
  • Steinvør Jacobsen, nevndarlimur, starvsfólkaumboð