Túrurin hjá Jensjáku kanska avlýstur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fjallaklintrarin Jens Jákup Hansen sigur á Facebook, at túrurin upp á 6.812 metra høga fjalli Ama Dablam í Himmalayafjøllunum møguliga verður avlýstur. Orsøkin er, at tað er nógvur ísur í umráðnum.

Jensjáku og ferðalagið, hann er í, eru í legu 1, og í filmsbroti, sum hann hevur lagt á Facebook, sigur Jensjáku, at tað stendur ikki so væl til, sum tað kundi staðið, men lagið er gott.

Hann sigur, at trupulleikin er, at tað er so nógvur ísur, at tað møguliga ikki er ráðiligt at fara víðari. Tað er eitt stað, sum verður kallað “Yellow Tower”, sum krevur góðar umstøður fyri at koma tvørtur um.

Jensjákup sigur, at møguliga fara tey at pakka saman og fara niður aftur, og hann kemur heim aftur til Føroya.

– Tað er óinteressant. Men túrurin hevur verið ein stór uppliving, so hann hevur ikki verið miseydnaður upp á nakran máta, sigur hann.

Í filmsbrotinum vísir hann eisini vakra landslagið í Himmalaya.