Jensjákup á veg niður aftur uttan at koma upp á tindin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fjallaklintrarin Jens Jákup Hansen kom ikki upp tindin á 6.812 høga fjallinum Ama Dablam í Himmalaya. Hann er nú á veg niður aftur.

Jensjákup sigur á Facebook, at tá ið hann kom í legu 2 var klokkan nógv, og hann valdi at bíða við royndina at fara upp á tindin til morgunin eftir. Men morgunin eftir vóru tvey í ferðalagnum vend við, og veðrið var versnað. Við støði í trygd og heildarmeting valdi Jensjákup tí at fara niður aftur.

Hóast tað er skuffandi ikki at náa upp á tindin, hevur Jensjákup framvegis gott mót.

– Endamálið er ikki toppurin. Endamálið er at læra at klára meg einsamallan og at uppliva verðina – og tann toppin kláraði eg, sigur hann.

– Nú hyggi eg eftir møguleikum fyri at royna meg á onkrum øðrum fjalli, har umstøðurnar eru betur hesa ársins tíð. Eg eri sjálvandi vónbrotin, men eisini takksamur – bæði fyri upplivingina og fyri at vera væl fyri, sigur hann.