Eftir at Jens Jákup Hansen fyri nøkrum døgum síðan gavst í royndini at fara upp á 6.812 metur høga fjalli Ama Dablam í Himmalaya, hevur hann sett sær nýggj mál. Tað skrivar hann Facebook, og hann fegnast, at áhugi er fyri ferðini.
Jensjáku er nú á veg upp á 6.180 metur høga Island Peak ella Imja Tse, sum tað eisini eitur. Hann hevur lagt Ama Dablam aftur um seg og er nú á gistingarhúsi í bygdini Chukhung, sum er 4.730 metra hædd, har hann fyrireikar seg til nýggju avbjóðingina.
Í morgun segði Jensjáku grundleguni undir Ama Dablam farvæl, og hann sigur, at tað var sorgblítt at síggja vinirnar fara heim, tí teir gera ikki fleiri royndir at fara upp á nakran tind. Bara ein av teimum sjey, sum vóru í ferðabólki við Jensjáku, kom upp á tindin á Ama Dablam
– Longu fyrsta dagin í leguni varð eg mintur á, hvussu álvarsamur hesin túrurin er. Ein eysturríkari datt oman. Hann var á ferð saman við dóttur og verðsoni. Tyrla fleyg tey oman beint við okkara legu. Sama dag var tyrlan eisini eftir einum manni, sum lá útlúgvaður í legu 3. Tíbetur varð hann bjargaður, áðrenn hann frysti til deyðis.
Jensjáku skrivar, at í morgin fer hann til háleguna undir Island Peak, har hann saman við fjallaferðaleiðaranum Tenzing fer til gongu móti tindinum.
– Eg vóni, at veðrið verður gott, so eg kann vísa tykkum, hvussu vakurt tað er — bæði Everest og Ama, sigur hann.
– Tað verður stuttligt at royna meg aftur við broddum undir skógunum. Eg vóni, at veðrið verður gott, so eg kann vísa tykkum, hvussu vakurt tað er — bæði Everest og Ama. Tá tað er klárað, vendi eg aftur ímóti Katmandu.