Nýggi Hav Sand skrásettur í FAS

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Farmaskipið Hav Sand hjá Navigare Shipping er nú skrásett í FAS. Tað skrivar Sjóvinnustýrið á heimasíðu síni.

Skipið er bygt í Vietnam í 2011, er 82,4 metrar og 2415 BT til støddar.

Skipið, ið áður hevði navnið Helena VG, er júst siglt til Føroya úr Póllandi. Tað væntast í drift hjá Navigare í juli mánaða.

Fyrr í ár seldi Navigare Shipping gamal Hav Sand, og fyri nøkrum døgum síðan kunngjørdi Navigare at felagið hevur yvirtikið MV Helena VG í Szczecin úr Póllandi, sum fær nýggja navnið MV Hav Sand.

Skipið er á veg á skipasmiðju til umbyggingar, og fer væntandi í sigling í juli.