CO2-goymsla í basaltinum ein loysn í stríðnum móti veðurlagsbroytingum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hvussu kunnu vit gagnýta tær dátur og vitan, sum vit hava frá kanningum gjørdar í sambandi við millum annað oljuleiting og tunnilsgerð til at kanna møguleikarnar fyri CO2-goymslu her í Føroyum. Tað roynir nýggj vísindalig grein í altjóða tíðarritinum Basin Research sambært Jarðfeingi at svara.

Rakul M. I. Johannesen, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, hevur skrivað greinina saman við Janu Ólavsdóttir og Óluvu Eidesgaard á Jarðfeingi, Olivier Galland frá Universitetinum í Oslo, Lars Ole Boldreel frá Universitetinum í Keypmannahavn og Kim Senger frá Universitetssentrinum á Svalbard.

IPCC, sum er ein stovnur undir Sameindu Tjóðum, ið metir vísindaligar upplýsingar um veðurlagsbroytingar staðfestir, at CO2-goymsla í undirgrundini er ein týðandi tøknilig loysn í stríðnum móti veðurlagsbroytingum.

Ein háttur at gera hetta er at goyma CO2 í basalti. Men fyri at tryggja eina burðardyggu loysn er neyðugt at kenna undirgrundina til fulnar. Føroyar hava her ein fyrimun, tí kend vitan kann brúkast til at fara undir eina nýggja tilgongd.

Greinin lýsir, hvussu dátur frá boringum, hæddarmodellum, dýpdardátum og seismikki kunnu samanleggjast í ein 3D-dátugrunn. Hesin hátturin ger tað møguligt at kortleggja fláirnar tvørtur um firðir, sum áður hevur víst seg at vera avbjóðandi.

Ein av niðurstøðunum í greinini er, at tað ikki er umskarðing í Skopunarfirði, sum áður hevur verið hildið. Harumframt staðfestir greinin, at fláirnar hella orsakað av upplyfting vestanfyri Føroyar. Hesar niðurstøður hava týdning fyri at skilja, hvussu CO2 flytur seg í føroysku undirgrundini.

Við hesi nýggju vitan kunnu vónandi leggjast lunnar undir framtíðar loysnir innan CO2-goymslu í Føroyum, skrivar Jarðfeingi.