Útflutningsvirðið á føroyskum laksi var methøgt í 2024 við 5,7 milliardum krónum Tað er ein vøkstur upp á 6,6 prosent samanborið við 2023. Tað stendur í ársfrágreiðing hjá Havbúnaðarfelagnum.
Samlaða tøkan av laksi øktist eisini til 89.500 tons. Kortini er altjóða laksaprísurin fallandi í 2025, og væntast at hava vánaliga ávirkan á útflutningsvirðið í ár.
Ársfrágreiðingin hjá Havbúnaðarfelagnum staðfestir, at vinnan hevur fingið truplari og dýrari karmar.
Nýggj tvíliðað gjald- og skattaskipan við tøkugjaldi og serskatti, saman við hægri umsitingargjøldum og oljuavgjaldi, gera kappingarstøðuna veikari samanborið við grannalondini.
Nevndin í Havbúnaðarfelagnum undirstrikar, at hesar broytingar gera tað torførari at gera langtíðaríløgur og menna vinnuna burðardygt.
Eisini hava broytingar í lógum og kunngerðum seinasta árið havt vánaliga ávirkan á alivinnuna, sum nú møtir fleiri avbjóðingum enn áður. Nevndin harmast um, at reguleringar, gjøld og skattir tykjast vera førandi amboðini til inntøkur hjá landinum heldur enn at skapa karmar fyri vøkstri og nýhugsan.
Hans Jákup Mikkelsen og Regin Jacobsen vórðu afturvaldir í nevndina, meðan Atli Gregersen heldur fram í nevndini, tó uttan at hava verið fyri vali hesaferð.