Tú lurtar eftir

Summarsendingin við Hera Wang Danielsen

07.07.2026

So var aftur týsdagur! Hetta merkir sjálvandi at Heri Wang Danielsen er aftur at hoyra í Summarsendingini á FM1.Í dagsins summarsending prátaði Heri við Sølva Jespersen, ið er sølu og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.Teir prátaðu um ferðamynstrið hjá Føroyingum, at Atlantic Airways í 2027 fer at flúgva til Milano og at enda nøkur praktisk ráð til ferðandi.Í tí seinna tímanum hevði Heri vitjan av Trygva Danielsen, eisini kendur undir listanavninum ‘Silvurdrongurin’. Teir prátaðu um komandi tónleika útgávuna hjá Silvurdronginum – ‘Bønir’, ið verður útgivin fríggjadagin.Afturat hesum hoyrdu vit úr HM-Horninum og nógvan góðan og feskan tónleik.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Summarsendingin

Heri Wang Danielsen sendir beinleiðis á FM1 í summar týsdagar, mikudagar og hósdagar frá klokkan 10-12