Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindi kl 17 hósdag – 12/02/2026

Løgreglan ávarar um syntetisk rúsevni. – Melodi Grand Prix, samrøða við Sissal Niclasen. – Løgmaður í München …

12.02.2026
Tíðindi kl 12 hósdag – 12/02/2026

Útlendingastovan. – Nations League lutakast, samrøða við Eyðun Klakstein. – Bróstskanningar til Klaksvíkar. – …

12.02.2026
Tíðindi kl 17 mikudag – 11/02/2026

12 ár í fongsul. – Liljan spyr løgmann um trygd. – Konjunkturbarometrið. – Nýtt skip til Søldarfirðar. – Hálvf…

11.02.2026
Tíðindi kl 12 mikudag – 11/02/2026

Konjunkturbarometrið. – Hálvfinalurnar í steypakappingini í hondbólti. – Lodnufiskiskapur. – Thor nýtt skip. -…

11.02.2026
Tíðindi kl 17 týsdag – 10/02-2026

Yngri við demens samstarv, samrøða við Tórbjørn Jacobsen. – Ósemja í fakfelagsrørsluni, samrøða við Jógvan Phi…

10.02.2026
Tíðindi kl 12 týsdag – 10/02/2026

Ríkisrættarliga støðan. – Útlendingalógin, samrøða við Beinir Johannesen. – Ósemja í fakfelagsrørsluni. – Næst…

10.02.2026
Tíðindi kl 17 mánadag – 09/02/2026

Heilsuhjálparafelag Føroya. – Edmundson dagsins maður hjá Verona. – Góður fiskaprísir, samrøða við Høgna Hanse…

09.02.2026
Tíðindi kl 12 mánadag – 09/02/2026

Rakstrarútslitið hjá Bakkafrost, samrøða við Regin Jacobsen. – Fagraberg verið seinasta túrin. – Fiskamarknaðu…

09.02.2026
Tíðindi kl 17 fríggjadag – 06/02/2026

Rúsevnaprísirnir methøgir. – Misnýtti politiskelti. – Borgarfundur um Suðuroyartunnil. – Steypafinalur í flogb…

06.02.2026
Tíðindi kl 12 fríggjadag – 06/02/2026

Veljarakanning, samrøða við Jóannes Eidesgaard. – Felagslønarkarmur á almenna arbeiðsmarknaðinum. – Færri ferð…

06.02.2026
Tíðindi kl 17 hósdag – 05/02/2026

Veljarakanning, samrøður við Aksel V. Johannesen og Ruth Vang

05.02.2026
Tíðindi kl 12 hósdag – 05/02/2026

Veljarakanning, samrøða við Beinir Johannesen. – Løgreglutíðindi. – SSL Smyril

05.02.2026
Tíðindi kl 17 mikudag – 04/02/2026

Suðuroyartunnilin. – Krabbameinsfelagið. – Jenis spyr um trúarsamfeløg. – Andrias Edmundsson til Hellas Verona…

04.02.2026
Tíðindi kl 12 mikudag – 04/02/2026

Vilja hava tunnil millum Borðoynna og Kalsoynna, samrøða Bjørn Kalsø. – Jenis spyr um trúarsamfeløg. – Hækka p…

04.02.2026
Tíðindi kl 17 týsdag – 03/02/2026

Ungdómsting, samrøða við Bjørt Samuelsen. – Lesaravirðislønin. – A-landsliðið fer til Miðeystur. – Jóannes Bja…

03.02.2026
Tíðindi kl 12 týsdag – 03/02/2026

Tunnilstøl. – Sloan til minnis, samrøða við Rólant í Skorini. – Færri perssónbilar. – Ræst fingið heiður. – Bi…

03.02.2026