Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindi kl 17 mánadag – 02/02/2026

Falskur løgreglumaður. – Strandferðslan broytir. – Útlendingapolitikkur. – Stuðul frá Tórshavnar kommunu. – Tæ…

02.02.2026
Tíðindi kl 12 mánadag – 02/02/2026

Smyril avlýsir, samrøða við Edvard Leo. – Fiskamarknaður Føroya, samrøða við Høgna Hansen. – Nýggj app til el-…

02.02.2026
Tíðindi kl 17 fríggjadag – 30/01/2026

Avreiðingarnar í 2025. – Kommunurnar áleggja tænastugjald. – Skótarnir 100 ár. – Krabbameins skráseting. – Lei…

30.01.2026
Tíðindi kl 12 fríggjadag – 30/01/2026

Krabbameins skráseting. – Stjóri settur á KG. – Krevja lækna á Strondum. – Løgreglan kannar eldin á Tvøroyri. …

30.01.2026
Tíðindi kl 17 hósdag – 29/01/2026

Fíggjarnevndin spyr landssstýrismenn. – Orðaskifti um veðurlagslóg. – Stór lodnukvota. – Føroyar góður flagg s…

29.01.2026
Tíðindi kl 12 hósdag – 29/01/2026

Tingfundur kl 13. – Veðurlagslógin, samrøða við Ben Arabo. – Smyril avlýsir. – Mentunnargrunnurin latið pengar…

29.01.2026
Tíðindi kl 17 mikudag – 28/01/2026

Gistingar í 2025. – Bygningurin í Steinnatúni umvælast fyri 50 milliónir. – 3 mánaðir fyri 1,6 kilo av hasj. -…

28.01.2026
Tíðindi kl 12 mikudag – 28/01/2026

Margit svarar Anniku. – 3 mánaðir fyri 1,6 kilo av hasj. – Stjólu rúsdrekka úr hjalli. – Rættarhjálpin. – Pres…

28.01.2026
Tíðindi kl 17 týsdag – 27/01/2026

Fíggjarpolitiskt regluverk. – Løgmaður svarar sambandsformanninum. – Beinir spyr løgmann um byggiverkætlanir, …

27.01.2026
Tíðindi kl 12 týsdag – 27/01/2026

Beinir spyr løgmann um byggiverkætlanir, samrøða við Beinir Johannesen. – Elnýtslan vaks fimm prosent. – Sólor…

27.01.2026
Tíðindi kl 17 mánadag – 26/01/2026

SEV. – Ph.d.-skúli. – Birita og Ango landa sild í Noregi. – Rampan hjá Kaj Leo, samrøða við Kaj Leo Holm Johan…

26.01.2026
Tíðindi kl 12 mánadag – 26/01/2026

Sandoyartunnilin. – Fiskamarknaðurin, samrøða við Høgna Hansen. – Maria Jørðdal Niclasen. – Harðskapsmál. – Si…

26.01.2026
Tíðindi kl 17 fríggjadag – 23/01/2026

Føroya Banki verdur tríggjar miljardir. – Býráðið hevur fulla heimild. – Súsanna Bertholdsen spyr um miðlingin…

23.01.2026
Tíðindi kl 12 fríggjadag – 23/01/2026

Súsanna Bertholdsen spyr um miðlingina hjá KVF um Suðurouartunnilin, samrøða við Súsonnu Bertholdsen. – Øll sk…

23.01.2026
Tíðindi kl 17 hósdag – 22/01/2026

Sethúsaprísir. – Óli Mittún tilnevndur sum heimsins besti ungi hondbóltsspælari. – Lønirnar í fjør. – Sissal v…

22.01.2026
Tíðindi kl 12 hósdag – 22/01/2026

USA og Grønland. – Lønirnar í fjør. – Sethúsaprísir. – Grót raplaði á Kunoyarvegin. – Sissal við í danska Gran…

22.01.2026