

Agnar: – Við Tjarnir mugu fólk vera líka røsk at stuðla sínum liði sum bosnisku áskoðararnir
14.05.2026Hoyr Pætur Nolsøe siga frá seinastu løtuni av HM-undankappingardystinum í Tuzla: Bosnia Hersogovina-Føroyar 22-24 (10-12). Hoyr Agnar Prestá taka samanum dystin, ið var eitt frálíkt málverju- og verjuavrik, men tað má bøtast um álopspartin til heimadystin við Tjarnir. Og Agnar áminnir: – Við Tjarnir mugu fólk vera líka røsk at stuðla sínum liði sum bosnisku áskoðararnir vóru í kvøld. Teir veruliga hjálptu bosniska liðnum.

Hondbóltur (ljóð)
FM1 sigur frá heimligu hondbóltskappingini eins og vit eisini fylgja við føroyskum spælarum uttanlands














