Alisson í heimsflokki bjargaði Liverpool

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sjáldan hevur ein málverji spælt so væl, sum Allison Becker gjørdi fyri Liverpool í kvøld. Enska oddaliðið vann ein stríðssigur í París við einum sigursmáli seint í dystinum, sum Harvey Elliott skoraði í 87. minutti.

PSG hevði annars greiða leikliga yvirvág, og var tað ikki fyri Alisson Becker, so vann PSG dystin. Við fleiri avgerandi bjargingum í heimsflokki helt Alison Liverpool inni í dystinum, og so kundi júst innskifti Harvey Elliott skora einasta málið í dystinum.

Bayern München tryggjaði sær ein 3-0 sigur heima móti Leverkusen. Harry Kane skallaði Bayern fram um, og Jamal Musiala skoraði eftir steðgin. Nordi Mukiele hjá Leverkusen fekk reyða kortið, og Harry Kane gjørdi tað til 3-0 við brotssparki.

Barcelona vann sær fyrimun úti móti Benfica við einum máli í seinna hálvleiki, sum Raphinha skoraði. Wojciech Szczęsny í málinum hjá Barca hevði nakrar góðar bjargingar. Pau Cubarsí varð útvístur, men Barcelona megnaði at halda fast í leiðsluni.

Inter vann 2-0 úti móti Feyenoord við málum frá Marcus Thuram og Lautaro Martínez. Thuram skoraði í 38. minutti, og Martínez tvífaldaði leiðsluna stutt eftir steðgin.

Champions League – áttandapartsfinalur, fyrri dystur

Týsdagur:

  • PSV – Arsenal 1-7
  • Real Madrid – Atlético Madrid 2-1
  • Club Brugge – Aston Villa 1-3
  • Borussia Dortmund – Lille 1-1

Mikudagur:

  • Feyenoord – Inter 0-2
  • Bayern München – Leverkusen 3-0
  • Benfica – Barcelona 0-1
  • Paris – Liverpool 0-1