P/F Postverk Føroya ella Posta, hevur fingið nýggjan nevndarformann.
Eykaaðalfundarin í gjár samtykti, at nevndarformaðurin, Joen Magnus Rasmussen, fór úr nevndini, og at Árni H. Ellefsen kom í nevndina. Nevndin hevur skipað seg við Árna Ellefsen sum formanni.
Herfyri segði stórin í Posta, Hans Jákup Langgaard, seg úr starvið eftir minni enn eitt ár í starvinum, og hóast hann sjálvur segði seg úr starvinum, so fekk hann hálvt ára fráfaringar løn og 200.000 krónur í bonus.
Góða fráfaringaravtalan førdi til kjak, um tað er rætt við so góðum fráfaringarsømdum.
Løgingsmaðurin, Eirikur í Jákupsstovu, setti Bjarna Kárason Petersen, landstýrismanni, fyrispurning, um hvørjar tankar landsstýrismaðurin gjørdi sær, nú tað er komið fram, at fráfarandi stjórin í Posta skal hava bæði fráfaringarløn og bonus, hóast hann sjálvur hevur sagt seg úr starvi.
Bjarni Kárason Petersen svaraði, at hann fer at tosa við nevndirnar í almennu partafeløgum, og at hann hevur mælt nevndunum til hóvsemi.
Í gjár avloysti Árni Ellefsen so Joen Magnus Rasmusen, sum nevdarformann P/F Postverk Føroya.
Við heimasíðuna hjá Løgmálaráðnum sigur, Bjarni Kárason Petersen soleiðis:
-Nevnd og leiðsla í Posta hava gjørt eitt gott arbeiði fyri at tillaga raksturin til broyttu umstøðurnar við fánandi brævaflutningi. Tað arbeiðið heldur fram, og Árni H. Ellefsen kemur í nevndina við drúgvum royndum úr vinnulívinum, eitt nú sum stjóri í Føroya Banka og sum grannskoðari. Eisini hevur hann hollar royndir sum nevndarlimur og nevndarformaður í fleiri fyritøkum. Eg eri tí sera fegin um, at hann hevur játtað at vera við í hesum arbeiði.
Edvard Remberg er fyribils stjóri í Post til nýggjur stjóri verður settur.