Ársins Ítróttafagnaður er í Løkshøll í kvøld

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í kvøld klokkan 20.00 skipar Ítróttasamband Føroya fyri Ítróttafagnaðinum 2024 í Løkshøll

Á Ítróttafagnaðinum verða tey bestu í føroyskum ítrótti í 2024 vald. Eisini verður Heiðursskjal Poul E Petersen latið.

Tiltakið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Les eisini grein um, hvørji hava vunnið ítróttarheiðrar, síðan ÍSF fór at skipa fyri Ítróttafagnaðinum í 2019.

Hesi eru í uppskoti til ársins Ítróttaheiðrar

ÍtróttaNAVNIÐ 2024

  • A-landsliðið í hondbólti hjá kvinnum
  • Sára Maria Johansen, rógving
  • Sverri Nielsen, rógving

ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2024 

  • Maria Pálsdóttir Nólsoy 20 ár – Hondbóltur
  • Líggjas Joensen 16 ár – Svimjing
  • Mia Højgaard 15 ár – Amboðsfimleikur

ÍtróttaVENJARIN 2024

  • Jóhan Petur Poulsen, Víkingur
  • Mark Lausen-Marcher, H71 og HSF
  • Rógvi Nielsen, Ternan

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2024

  • Dartsamband Føroya
  • Ternan, flogbóltur
  • Hósvíkar Róðrarfelag

ÍtróttaELDSÁLIN 2024

  • Súsanna Maria Hansen, B36
  • Hildigarð Eliasen, ÍF
  • Marlon Kjærbø, Susvim

ÍtróttaSólstrálan

  • Eingin í uppskoti. Vinnarin verður kunngjørdur á fagnaðinum

Heiðursskjal Poul E. Petersen

  • Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið persóni, sum hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt í ein mansaldur.