Tú lurtar eftir

B36 Varpið vitjan av B71

06.12.2024

Fótbólturin er í vetrarfrí, og tí nýta vit høvið til at gera nakrar heldur ørvísi sendingar í B36 Varpinum. Hesuferð fóru vit at gera nakað burturúr søguni um, tá B71 brádliga kom upp á tindarnar í føroyskum fótbólti. Gestir vóru Eli Hentze og Páll Á Reynatúgvu, sum báðir vóru lyklaleikarar á liðnum. Práta var um meistaraárið 1989, tá B71 sum uppflytarar gjørdu bart, og vunnu FM uttan at tapa ein tann einasta landskappingardyst. Og vit viðgjørdu tær tríggjar steypafinalurnar, sum liðið var ein partur av. Komið var somuleiðis inn á nakrar av orsøkunum til, at eitt lítið felag sum B71 kundi koma upp á toppin í føroyskum fótbólti, og hvønn týdning hetta hevði fyri lokalsamfelagið. B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

B36 Varpið (ljóð)

Allar sendingar í røðini
B36 Varpið nr. 63: Hálvársstatus saman við ítróttarstjóranum

Føroysku fótbóltskappingarnar eru gott og væl komnar í helvt, nú tey flestu liðini halda summarsteðg. Í B36 Va…

03.07.2025
B36 Varpið nr. 62: Bogi Reinert Petersen

Verjuskansin úr Fuglafirði Bogi Reinert Petersen hevur havt eitt sannførandi kappingarár, har hann dyst eftir …

26.06.2025
B36 Varpið nr. 61: Beinta Klemmentsen og Maria P. Hellisdal

U16 gentur vitjaðu B36 Varpið Gentufótbólturin í B36 er í stórari menning. Tí setti B36 Varpið í dag fokus á U…

19.06.2025
B36 Varpið nr. 60: Johnny Samuelsen

Í B36 Varpinum í dag hevur Johnny Samuelsen fortalt um hansara áralanga leiklut sum liðleiðari hjá Betri monnu…

12.06.2025
B36 VARPIÐ nr. 59: Sissal Kristiansen

Hvat eyðkennir B36 sum felagsskap? Og hvat fyri felagsskapur skal B36 vera, fyri ung sum fyri tilkomin? Hesar …

06.06.2025
Fjepparavarp: Tann fyrsti triðingurin av Betri deildini í B36 Varpinum nr. 58

Ein triðingur av landskappingini er farin, og B36 Varpið fer tí at gera status yvir gongdina higartil hjá Betr…

22.05.2025
B36 varpið

Høvuðsungdómsvenjarin hjá B36, Jóannes Jakobsen vitjar

15.05.2025
B36 Varpið nr 56 – Fótbóltur í Føroyum undir seinna heimsbardaga

Gestir hesaferð vóru Jóan Pauli Jacobsen og Heri Simonsen fyri at práta um fótbólt í Føroyum undir seinna heim…

08.05.2025
B36 VARPIÐ nr. 55: Valborg Østerø og Ester Ellingsgaard

Valborg Østerø (liðskipari) og Ester Ellingsgaard frá besta kvinnuliðnum vitjaðu B36 Varpið í dag. Prátað var …

01.05.2025
B36 Varpið nr 54: Kristin Dam Ziska

Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í FSF vitjaði B36 Varpið. Saman setta vit fokus hjá uppgávurnar hjá fótbóltssa…

24.04.2025
B36 Varpið nr. 53: Hannes Agnarsson, liðskipari

Liðskiparin hjá betrideildarliðnum hjá monnum, Hannes Agnarsson var gestur í B36 Varpinum í dag. Hann er tí ei…

10.04.2025
B36 Varpið: Tann føroyska loysnin á landsliðnum

Drúgva tilgongdin kring venjaraskiftið hjá A-landsliðnum endaði við loysnini tey flestu ynsktu sær, tá Eyðun K…

03.04.2025
B36 Varpið nr. 51: Ólavur Herup Olsen um søguna hjá B36

Fríggjadagin fyllir B36 89 ár. Tí verður B36 Varpið hesa vikuna eitt føðingardagsvarp, har vit fara at tríva í…

27.03.2025
B36 Varpið nr. 50: Eli Falkvard Nielsen

Eli Falkvard Nielsen, betrideildarleikari var gestur í B36 Varpinum nr. 50. Nomið var við bæði verandi kapping…

20.03.2025
B36 Varpið í B36 húsinum
13.03.2025
B36 Varpið nr. 48: Bogi Simonsen, Allan Samuelsen og Eyðun Thorgeirsson

Í samband við, at 1. umfar í Betrideildini verður komandi vikuskiftið vitjaðu tríggir kendir fjepparar B36 Var…

06.03.2025