Tú lurtar eftir

B36 Varpið vitjan av B71

06.12.2024

Fótbólturin er í vetrarfrí, og tí nýta vit høvið til at gera nakrar heldur ørvísi sendingar í B36 Varpinum. Hesuferð fóru vit at gera nakað burturúr søguni um, tá B71 brádliga kom upp á tindarnar í føroyskum fótbólti. Gestir vóru Eli Hentze og Páll Á Reynatúgvu, sum báðir vóru lyklaleikarar á liðnum. Práta var um meistaraárið 1989, tá B71 sum uppflytarar gjørdu bart, og vunnu FM uttan at tapa ein tann einasta landskappingardyst. Og vit viðgjørdu tær tríggjar steypafinalurnar, sum liðið var ein partur av. Komið var somuleiðis inn á nakrar av orsøkunum til, at eitt lítið felag sum B71 kundi koma upp á toppin í føroyskum fótbólti, og hvønn týdning hetta hevði fyri lokalsamfelagið. B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

B36 Varpið (ljóð)

Allar sendingar í røðini
B36 varpið nr. 36 – forkvinnan í B36: Marita Debess Magnussen

Gestur í B36 varpinum nr. 36 var ógvuliga hóskandi forkvinnan í B36, Marita Debess Magnussen, har komandi kapp…

07.11.2024
Upphiting til steypafinaluna

Í B36 Varpinum í dag, hitaðu vit upp til ársins steypafinalubrak. Gestirnir vóru liðskipararnar báðir, Jann Ju…

31.10.2024
B36-Varpið nr. 34: Jákup á Borg

Gesturin í B36 Varpinum var ongin minni enn Jákup á Borg, fyrrverandi stórspælari og venjari í B36.

25.10.2024
B36-varpið nr. 33: Tummas Erling Djurhuus ítróttarstjóri í B36

Tummas Erling Djurhuus ítróttarstjóri í B36 var gestur í B36-varpinum í dag. Vertur: Ronnie Thomassen. Mynd og…

17.10.2024
Steyparadio – U15 dreingir

Okkara U15 dreingir eru steypavinnarar. Leygardagin vunnu teir Cadbury Steypið, og saman við sigrunum hjá U13 …

10.10.2024
Upphiting til tríggjar steypafinalur

Vit eru í steypafinaluvikuni, og B36 hevur ikki færri enn trý ungdómslið við í finalunum. Í B36 Varpinumí dag,…

03.10.2024
Beinta og Maria í B36 Varpinum

Í B36 Varpinum í dag, høvdu vit vitjan av Beintu Klemmentsen og Mariu P. Hellisdal. Tær báðar spæla við okkara…

26.09.2024
Ungdómslandslið og spælaramenning

Í B36 Varpinum í dag kl 16. var gesturin Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari hjá U15 og U16 dreingjum. Jógva…

19.09.2024
B36 Varpið: Lukas S. Enevoldsen – hjálparvenjari og transitiónsvenjari

Í B36 Varpinum í dag var gesturin Lukas S. Enevoldsen, sum bæði er hjálparvenjari hjá besta liðnum eins og son…

12.09.2024
B36 Varpið: Kvinnur vunnu Føroya fyrsta FM

Í ár eru ikki minni enn 40 ár liðin, síðan B36 Kvinnur vunnu tað fyrsta (óalmenna) FM í kvinnufótbólti. Árið e…

05.09.2024
B36 Varpið U15 dreingir

Í B36 Varpinum í dag var Sorin Anghel høvðusvenjara hjá okkara U15 dreingjum. Práta var um arbeiðið hjá Sorin …

22.08.2024
B36-varpið nr 24: Martin Wood høvuðsvenjari hjá 1. deild monnum

Martin Wood høvuðsvenjari hjá 1. deild monnum var gestur hjá Ronnie Thomassen í B36-varpinum í dag. Liðið kapp…

15.08.2024
B36-Varpið nr. 23: Kenneth Hovgaard, høvuðsvenjari hjá U16-gentum

Gestur hjá Ronnie Thomassen í B36-Varpinum í dag var Kenneth Hovgaard, høvuðsvenjari hjá U16-gentum. Mynd og t…

08.08.2024
B36-Varpið nr. 22: Valborg Østerø og Ester Ellingsgaard frá Betri kvinnum vitjaðu sendingina í dag

Gestir í B36-varpinum í dag vóru Valborg Østerø og Ester Ellingsgaard frá Betri kvinnum hjá B36. Tær umrøddu s…

01.08.2024
B36 Varpið: Skiparin mynstraði av
25.07.2024
Skiparin hevur mynstrað av

Eftir ein stuttan summarsteðg, verður B36 Varpið aftur at hoyra í morgin tann 25. juli kl 16. Vit hava vitjan …

24.07.2024