Betri Banki boðar frá, at bankin lækkar rentuna. Tað merkir, at út- og innlánsrenturnar hjá bankanum verða lækkaðar við upp til 0,25 prosentstigum fyri bæði privat- og vinnukundar.
Evropeiski miðbankin lækkaði í gjár innlánsrentuna við 0,25 prosentstigum, og danski tjóðbankin fylgdi eftir við somu broyting. Nú hevur Betri Banki tikið somu avgerð og leggur seg á sama støði.