Tú lurtar eftir

Djóni: – Eru manglar í serskúlalógini, so skal tað rættast upp

06.07.2023

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Skúlanum á Trøðni eina átalu fyri handfaringina av skúlagongdini hjá einum næmingi á skúlanum. Umboðsmaðurin sigur millum annað í átaluni, at “undirvísing” skal fatast í víðastu merking, og heldur tað vera atfinningarsamt, at barnið varð frítikið frá ávísum fakum, uttan at hetta varð gjørt í samráð við foreldrini. Eisini var tað atfinningarsamt, at læriætlanirnar hjá barninum eingi ítøkilig mál høvdu um, hvat barnið skal læra, og at læriætlanir ikki vórðu eftirmettar tvær ferðir um árið. Umboðsmaður heldur tað eisini vera atfinningarsamt, at eingin tímatalva var fyri skúlagongdina, og at foreldrini ikki fingu tímatalvuna, hóast tey høvdu biðið um hana. Barna- og útbúgvingarmálaráðið fær eisini eina heilsan frá løgtingins umboðsmanni, tí løgtingsins umboðsmaður metir, at lýti eru við serskúlalógini. Løgtingsins umboðsmaður heitir tí á Barna- og undirvísingarmálaráðið um at áseta rættindi og skyldur hjá næmingum, sum ganga í serskúla, í serskúlalógini. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sigur, at Skúlin á Trøðni er fevndur av serskúlalógini, ið leggur seg tætt at fólkaskúlalógini, men eru manglar í serskúlalógini, so fer at verða arbeitt fram ímóti at rætta upp upp á hesar manglar í lógini. Hoyr samrøðu við Djóna Nolsøe Joensen:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Føroyingur fór frá tænara til stjóra í Arp-Hansen

Robert Thomsen hevur hesa øldina arbeitt seg upp í stóru hotel-ketuni, sum serliga hevur nógv gistingarhús í K…

30.10.2026
Vóna at fáa brúk fyri fleiri enn fýra flogførum

Hesi flogførini brúka væl minni av brennievni og tað er sera gott í hesum døgum við sveiggjandi prísum. Í flog…

27.10.2026
– Skulu læra borgarar at vera saman við fólki við demenssjúku

Meira vitan og minni fordómar. Tað er eitt av málunum hjá Roðanum, sum vil gera tað meira demensvinarligt í Ne…

23.10.2026
Atli Gregersen: – So at siga alt fór upp í royk

Stjórin í Hiddenfjord staðfestir fyri FM1, at eftir eldin í nátt, hevur fyritøkan ikki nakra landstøð á Gomlu …

22.10.2026
– Skal ikki vera líka sum alla aðrastaðni

100 kampingvognar eru longu komnir og væntandi vera nøkur túsund fólk á Viðareiði um vikuskiftið, sigur Jógvan…

25.08.2026
Ongantíð sæð so nógv fólk í svimjiklæðum á Gøtusandi

G! festivalurin byrjaði í allar fagrasta veðri í gjár. Í dag heldur fram og tað er sól og summar í Gøtu. – Tað…

17.07.2026
Eftir nógv ár við reyðum tølum: Einaferð má man steðga

14 fólk eru koyrd til hús í Grant, sum hevur snarað lyklunum eftir fleiri ár við reyðum tølum. – Einaferð má m…

09.07.2026
– Voxbotn er aftur útselt og veðrið verður vónandi fantastiskt

Tosað varð við Rúna Djurhuus, fyriskipara, í tíðindasendingini fríggjakvøldið. FM1 sendir frá Voxbotn frá klok…

27.06.2026
Kanna mjørkan í Sandoyartunlinum

– Tað bleiv rættiliga gott, men nú er tað komið aftur. Vit hava sent fólk at kanna hví hetta hendir, sigur Uni…

19.06.2026
– Vit skulu broyta okkara hugburð til arbeiðstrygd

Har eru jú reglur og mannagongdir. Margit Stóra hevur staðfest, at Føroyar skulu eina null-hugsjón tá tað snýr…

16.06.2026
Klárt til Countryfestival í Sørvági

Pallurin verður settur upp, kampingøkið er næstan fult og økið er prýtt og klárt til festival við góðari skrá,…

10.06.2026
– Vit eiga nokk av pengum til kirkjuna

– Pengarnir eru uppá pláss til tann triðingin sum vit skulu útvega, sigur Fróði Olsen, kirkjuráðsformaður á Ar…

08.06.2026
Heildarupplivingin er betri í ár

Vit hava gjørt útbyggingar og hava tvífalt so nógv starvsfólk eisini í mun til í fjør. So vit halda at vit hav…

02.06.2026
Jens Jensen: – Eitt ákæruvald sum skuldsetir fólk á órímiligan hátt

Ein lætti at sleppa undan skuldsetingini, sigur Jens Jensen, fyrrverandi sýslumaður, sum saman við grindaformo…

02.06.2026
Beinleiðis sending frá handverkaramessuni hjá Bygma Balslev

Vit prátaðu við gestir, fyriskiparar og veitarar á handverkaramessuni. Hoyr sendingina

22.05.2026
Regin Jacobsen: Hava tikið met nógvan laks og hann er met stórur

Stjórin í Bakkafrost er væl nøgdur við rakstrarúrslitið fyri fyrsta ársfjórðing – 544 milliónir krónur. Eisini…

19.05.2026