Tú lurtar eftir

Djóni: – Eru manglar í serskúlalógini, so skal tað rættast upp

06.07.2023

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Skúlanum á Trøðni eina átalu fyri handfaringina av skúlagongdini hjá einum næmingi á skúlanum. Umboðsmaðurin sigur millum annað í átaluni, at “undirvísing” skal fatast í víðastu merking, og heldur tað vera atfinningarsamt, at barnið varð frítikið frá ávísum fakum, uttan at hetta varð gjørt í samráð við foreldrini. Eisini var tað atfinningarsamt, at læriætlanirnar hjá barninum eingi ítøkilig mál høvdu um, hvat barnið skal læra, og at læriætlanir ikki vórðu eftirmettar tvær ferðir um árið. Umboðsmaður heldur tað eisini vera atfinningarsamt, at eingin tímatalva var fyri skúlagongdina, og at foreldrini ikki fingu tímatalvuna, hóast tey høvdu biðið um hana. Barna- og útbúgvingarmálaráðið fær eisini eina heilsan frá løgtingins umboðsmanni, tí løgtingsins umboðsmaður metir, at lýti eru við serskúlalógini. Løgtingsins umboðsmaður heitir tí á Barna- og undirvísingarmálaráðið um at áseta rættindi og skyldur hjá næmingum, sum ganga í serskúla, í serskúlalógini. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sigur, at Skúlin á Trøðni er fevndur av serskúlalógini, ið leggur seg tætt at fólkaskúlalógini, men eru manglar í serskúlalógini, so fer at verða arbeitt fram ímóti at rætta upp upp á hesar manglar í lógini. Hoyr samrøðu við Djóna Nolsøe Joensen:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Nýggj loftsmyndabók komin út

Tyrluskiparin og myndamaðurin, Andreas Mouritsen, sum áður hevur givið út myndabøkurnar: "Á Veingjum" og "Á Ve…

02.11.2023
Fer framvegis at arbeiða fyri frítíðarkorti til børn og ung í Sunda kommunu

Skipanin við frítíðarkorti er at finna í fleiri kommunum kring landið. Í Sunda kommunu hava røddir verið framm…

31.10.2023
Øll familjan fer til dyst

Hoyr prátið við Eyðun Thorgeirsson um hvussu íðin KÍ stuðul hann er og at øll familjan fer at hyggja á Tórsvøl…

26.10.2023
Jákup Emil arbeiðir fyri altjóða limaskapi hjá Grønlandi í CONCACAF

Síðan Torleif Sigurðsson, sáli, gjørdist formaður í FSF í 1981, brúkti hann fyrstu árini at virka fyri stórar …

25.10.2023
Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus hevur móttøku í dag

Hoyr prátið við leiðaran á dagstovninum, Steinbjørn V. Olsen, sum bjóðar øllum til móttøku í dag kl. 15.00….

23.10.2023
3.000 eintøk av HINT eru gjørd

Eitt nýtt samveruspæl kemur út á føroyskum fyrst í novembur 2023. Talan er um HINT, ið upprunaliga er eitt dan…

20.10.2023
René: Vit vita at lið hava tað torført her

René Shaki Joensen hevur eina góða kenslu í kroppinum til dystin móti Póllandi í annaðkvøld. Hann vísir á, at …

11.10.2023
Matthias: Innsatsurin skal vera 100 prosent

– Er veðrið keðiligt og áskoðararnir eru væl við, so kann alt henda á Tórsvølli. Tað sigur Matthias Lamhauge, …

11.10.2023
Gilli: Vit skulu læra av KÍ

– Skora teir ikki innanfyri teir fyrstu 20 minuttirnar, so kann tað henda, at heimaáskoðararnir gerast ónøgdir…

07.09.2023
Gunnar: Tað verður spennandi at spæla á hesum leikvøllinum

– Er Lewandowski klárur at møta Gunnari? Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, var skjótur at verja sín s…

06.09.2023
FarCargo fer at flúgva seint í heyst

Flogmiðilin AeroTime sigur, at FarCargo byrjar sína farmaflúgving í oktober, men stjórin í FarCargo, Birgir Ni…

01.08.2023
Evropeiska lutakastið á FM1 klokkan 13

Í samband við, at KÍ, Víkingur, HB og B36 í dag finna útav, hvat fyri evropeisk mótstøðulið tey møta í summar,…

20.06.2023
Odmar: – Vit mugu byrja væl

Sterki miðverjin Odmar Færø sigur, at tað fyrsta korterið verður avgerandi fyri, hvat fyri dyst vit fáa ímóti …

16.06.2023
Arta selur mikrosement og steinløg

Í sendingini Tónleikur og Prát á FM1 í dag var Høgni Sloan Justesen frá Arta gestur har hann greiddi frá teirr…

14.06.2023
Borgarstjórin stórfegnast um góða veðrið og sigurin hjá 07 Vestur

Hoyr samrøðuna Petur Zachariassen gjørdi við borgarstjóran í Sørvágs kommunu, Eyð Ellingsgaard, ið var í sera …

10.06.2023
Lollipops og Black Birds finna saman í oktober

7. oktober verður dansur í Dansifrøi har 2 bólkar, sum ávíkavist hava 60 og 50 ára jubileum spæla til dansin. …

09.06.2023