Tú lurtar eftir

Djóni: – Eru manglar í serskúlalógini, so skal tað rættast upp

06.07.2023

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Skúlanum á Trøðni eina átalu fyri handfaringina av skúlagongdini hjá einum næmingi á skúlanum. Umboðsmaðurin sigur millum annað í átaluni, at “undirvísing” skal fatast í víðastu merking, og heldur tað vera atfinningarsamt, at barnið varð frítikið frá ávísum fakum, uttan at hetta varð gjørt í samráð við foreldrini. Eisini var tað atfinningarsamt, at læriætlanirnar hjá barninum eingi ítøkilig mál høvdu um, hvat barnið skal læra, og at læriætlanir ikki vórðu eftirmettar tvær ferðir um árið. Umboðsmaður heldur tað eisini vera atfinningarsamt, at eingin tímatalva var fyri skúlagongdina, og at foreldrini ikki fingu tímatalvuna, hóast tey høvdu biðið um hana. Barna- og útbúgvingarmálaráðið fær eisini eina heilsan frá løgtingins umboðsmanni, tí løgtingsins umboðsmaður metir, at lýti eru við serskúlalógini. Løgtingsins umboðsmaður heitir tí á Barna- og undirvísingarmálaráðið um at áseta rættindi og skyldur hjá næmingum, sum ganga í serskúla, í serskúlalógini. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sigur, at Skúlin á Trøðni er fevndur av serskúlalógini, ið leggur seg tætt at fólkaskúlalógini, men eru manglar í serskúlalógini, so fer at verða arbeitt fram ímóti at rætta upp upp á hesar manglar í lógini. Hoyr samrøðu við Djóna Nolsøe Joensen:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Tað verður vár-illveður sunnudagin

Turið Laksá frá Veðurstova Føroya greiðir FM1 frá, at nógv lágtrýst ger, at so nógvur vindur er nú og eisini k…

20.03.2026
Byggiharri: Hava fleiri verkætlanir – men spurningurin er um man skal tíma

Helgi Johannesen, stjóri í KBH, er ósamdur við Sigurd í Jákupsstovu. – Nú lova fleiri hundrað politikkarar bót…

18.03.2026
– Roysningurin sær út til at vera gamal

Hann er eitt sindur rak, men sárini hann hevur, er bara av atburðinum hjá roysningum, tá teir eru í flokki. Tá…

18.02.2026
Bót uppá 14 milliónir krónur stendur ikki í mát við málið

Tað sigur Christian Andreasen, advokatur hjá Atlantic Airways, í sambandi við at Dátueftirlitið hevur meldað f…

17.02.2026
– Mær hóvar ikki slíka politiska íblandan úr Danmark

Ruth Vang vísir ikki ætlanini hjá Venstre og Sambandsflokkinum um statslán púrasta aftur. Men landsstýriskvinn…

16.02.2026
Óttist at fólk ikki velja meg tí eg vann í fjør

Oddsunum skal man ikki lurta eftir. Man veit ikki nær tað endar, so eg royni at njóta tað, sigur Sissal Jóhann…

12.02.2026
Beinir fer at geva nógv út – bæði á føroyskum og á enskum

Føroyski tónleikarin arbeiðir við tónleiki hvønn dag í Danmark og roynir eisini at bróta ígjøgnum í millum ann…

10.02.2026
Ein ørgrynna av tilfari liggur eftir Sloan

Rólant í Skorini greiðir frá um savnið í Sloans Húsi, sum letur upp sunnudagin

03.02.2026
Vesi og brúsa í øllum kømrunum er størsta broytingin

Almenn móttøka hevur verið í nýggja Heilbrigdinum í sambandi við at gamla nonnukleystrið er umbygt til viðgerð…

08.01.2026
Vælsignaði av nógvum stuðlum

Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, er takksamur fyri tey ellivu krovini frá Lions Suðuroy, og fáa gávunum …

19.12.2025
– Tekin um altjóða áhuga

– Vit eru í samráð við ymiskar sendistøðir, men hetta er eitt høvi at hitta fleiri, sigur Torfinnur Jákupsson….

16.12.2025
Veðurstovan: Verður eitt sindur buldraligt

Tíðliga í kvøld veksur vindurin heilt fitt. Kl. 21 er vindurin um alt landið omanfyri 20 metrar um sekundið og…

09.12.2025
Niels Mortensen: Runavík er eitt spennandi øki

Fyrrapartin lótu fleiri handlar upp í Runavík. Rumbul, Skálkur, Sunset og Bónus lótu upp í hølunum, har Borg á…

12.11.2025
Serligt hjá fimleikarunum at framføra í Norðurlandahúsinum

400 fimleikarar úr øllum landinum fara um vikuskiftið at framføra teirra tulking av Vón tá Fimleikafagnaður ve…

07.11.2025
Ein blanding millum Black Friday og mentanarnátt – alt undir sama taki

Tað verður ein blandingur av Black Friday og mentanarnátt og alt koyrt undir eitt tak. Her verður ókeypis spæl…

02.10.2025
Vinnudagurin er hátíðardagur hjá vinnuni

Vinnudagurin skal millum annað vera við til at skapa stoltleika í vinnuni og økja um virðingina fyri vinnuni h…

17.09.2025