EM-undanbólkur 6
Føroyar – Niðurlond 32-32 (18-14)
Elias á Skipagøta skoraði fyrsta landsliðsmálið í høllini við Tjarnir, eftir at hann fyrst brendi brotskast, men fangaði returin. So var tónin settur, og Føroyar spældu ein framúr góðan fyrra hálvleik móti Niðurlondum, sum máttu klára seg uttan spælskiparan og stjørnuleikaran Luc Steins.
Leivur Mortensen, Elias á Skipagøtu , Ísak Vedelsbøl, Pætur Mikkjalsson, Allan Norðberg og Hákun West á Teigum byrjaðu í verjuni og í álopinum kom Óli MIttún inn fyri Pætur.
Stjørnurnar stórspældu
Føroyar spældi nærum ein feilfrían fyrra hálvleik, og tær stóru stjørnurnar Elias á Skipagøtu, Óli Mittún og Hákun West av Teigum stórspældu, og niðurlendska verjan visti ikki síni livandi ráð.
Tað skal eisini nevnast, at Allan Norðberg greiddu óvandu uppgávuna á høgra bakki væl, og í álopspartinum er hann millum tær heilt frægu loysnirnar, vit hava sæð á høgra bakki seinnu árini. Tað var tí eitt sindur løgið, at Allan ikki spældi meira í seinna hálvleiki.
Føroyar vardu við eini 6-0 verju, sum lá nokk so langt frammi, og tað riggaði væl fyrstu løtuna. Eisini stóð Pauli Jacobsen í okkara máli heilt væl fyrsta korterið og hevði fleiri góðar bjargingar. Hinvegin tók teirra málverji ikki tað stóra, og Føroyar komu fram um við tveimum trimum málum.
Miðskeiðis í fyrra hálvleik høvdu Niðurlond eina góða løtu, og tað gekst betri hjá teimum at spæla seg í gjøgnum føroysku verjuna. Serliga fingu teir nógv brotskøst, sum Rutger ten Velde sendi trygt í málið.
Álopsspælið hjá okkum var tó framvegis sum ein maskina, og einu løtuna var tað Óli, sum skarðaði framúr og bæði skoraði mál og spældi Hákun leysan.
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki gjørdu Føroyar veruliga hol í sjógvin, og eina løtu vóru vit fimm mál frammanfyri, 17-12, og í hálvleikinum var 18-14.
Ein sum stóð seg væl hesa løtuna, var Teis Horn Rasmussen, sum hóast hann hevur havt ein brotnan fingur, skoraði nøkur mál seinastu løtuna fyri steðgin.
Elias setti alt upp
Føroyar byrjaðu eisini væl í seinna hálvleiki, men so spakuliga fekk niðurlendska verjan fatur á føroyska álopinum, og í longum løtum hekk alt føroyska álopsspælið á Eliasi á Skipagøtu, sum stóð aftanfyri øllum, sum hendi í føroyska álopinum. Eisini var Hákun tryggur, tá ið hann fekk møguleikan.
Munurin bara minkaði, sum seinni hálvleikur leið, og verjan hjá okkum fekk ikki fatur á niðurlendska álopinum.
Eitt, sum vísti seg, var, at Føroyar dugdu verri at gagnnýta yvirtalsstøðurnar enn Niðurlond, og tað kostaði nógv.
Aleksandar “Sasha” Lacok kom í málið, og við tveimum góðum bjargingum helt hann Føroyum framman fyri. Tað forðaði kortini ikki Niðurlondum í at javna til 24-24, tá ið trettan minuttir vóru eftir.
Nú høvdu Niðurlond yvirvág eina løtu, og føroyingar sóu troyttir út. Tað eydnaðist millum annað hjá niðurlendska málverjanum at kasta í tómt mál, og framhaldandi dugdu teir væl at revsa okkum í teirra yvirtalsstøðum.
3000 áskoðarar lyftu liðið upp aftur
Tá ið Niðurlond komu fram um 27-29 við eini fimm minuttum eftir, sá svart út. Men júst tá var tað, at høllin við Tjarnir og teir 3000 áskoðararnir reistust í sínum mæti og lyftu Føroyar upp aftur. Óli kom aftur til sín rætt, Hákun skoraði framvegis síni mál og Elias helt fram at koyra á, hóast hann eisini hevði gjørt nakrar feilir.
31-31 var støðan, tá ið farið varð inn í seinasta minuttin. Niðurlond í undirtali spældu seg í gjøgnum, og so var 31-32.
Føroyar høvdu 30 sekund at javna í. Fyrst var kortini leikbrá, og so sá út til, at alt var farið, tá ið dómarin ikki steðgaði tíðini, tá ið Føroyar mistu bóltin. Teis var tó kvikur eftir bóltinum, spældi til Elias, sum spældi víðari til Óla og so til Leiv, sum sveimaði inn av vinstra veingi og javnaði til 32-32.
Eitt sera týðandi stig
Høllin kókaði, og Føroyar vunnu sær eitt sera týðandi stig, sum ger tað ógvuliga sannlíkt at Føroyar koma víðari til EM-endaspælið. Men enn er einki avgjørt, og serliga gert tað torgreitt, um Føroyar skuldu enda nummar trý í bólkinum. Nummar eitt og tvey koma beinleiðis til EM.
Avrikið var væl og viruliga góðkent. Vit kunnu sjálvandi angra okkum um, at vit ikki kláraðu at halda greiðu hálvleiksleiðsluna. Men vit skulu ikki gloyma, at hetta framvegis er eitt ungt lið, ja, í veruleikanum eitt sera ungt lið, nú leikarar sum Peter Krogh, Nicholas Satchwell, Helgi Hoydal og Jónas Djurhuus ikki eru við.
Eisini skulu vit minnast, at Niðurlond á pappírinum er sterkasta liðið í bólkinum, so eitt stig er avgjørt góðkent, hóast stóra stjørnan hjá Niðurlondum ikki var við.
Á útvølli sunnudagin, verður uppgávan enn torførari, men teir 700 føroysku áskoðararnir, sum væntast til dystin, fara í hvussu er at gera sítt til, at vit aftur fáa eitt úrslit.
Høllin við Tjarnir lyfti føroyska liðið til javnleik
Myndir: Føroyar – Niðurlond
Filmsbrot: Leivur skorar til 32-32
Mynd: Gylvi Fritsson – gylvi.fo
EM-undanbólkur 6
Føroyar – Niðurlond 32-32 (18-14)
Føroyar:
- Elias Ellefsen á Skipagøtu: 11
- Hákun West av Teigum: 7
- Óli Mittún: 5
- Teis Horn Rasmussen: 4
- Leivur Mortensen: 3
- Allan Nordberg: 2
- Pauli Jacobsen
- Bjarni í Selvindi
- Pætur Mikkjalsson
- Rói Berg Hansen
- Rógvi Dal Christiansen
- Aleksandar Lacok
- Hallur Arason
- Tróndur Mikkelsen
- Ísak Vedelsbøl
- Rói Ellefsen á Skipagøtu
Útvísingar:
- Elias á Skipagøtu
- Allan Norðberg
- Pætur Mikkjalsson
Venjarar:
- Peter Bredsdorff-Larsen
- Hjalti Mohr Jacobsen
- Tom Jensen
- Høgni Vilhelmsen
Niðurlond:
- Rutger Ten Velde: 12
- Niels Versteijnen: 7
- Dani Baijens: 5
- Ivar Stavast: 4
- Bart Ravensbergen: 1
- Samir Benghanem: 1
- Bobby Schagen: 1
- Martijn Kleijkers: 1
- Niko Blaauw
- Robin Schoenaker
- Armando Besseling
- Jorick Pol
- Kaj Geenen
- Jorn Smits
- Robin Nagtegaal
- Jeromy Van Der Ban
Útvísingar:
- Niels Versteijnen 2
- Martijn Kleijkers 2
- Robin Schoenaker
- Samir Benghanem
- Dani Baijens
- Staffan Olsson (venjari)
Dómarar:
- Andreu Marín (ESP)
- Ignacio Garcia (ESP)
EHF-Umboðsmaður: Per Olesen (DEN)
Stigatalva
Stig | V | J | T | Mál | Munur | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1. Niðurlond | 3 | 1 | 2 | 0 | 105 -104 | 1 | 4 |
2. Føroyar | 3 | 1 | 1 | 1 | 96 – 88 | 8 | 3 |
3. Ukraina | 2 | 1 | 0 | 1 | 74 -72 | 2 | 2 |
4. Kosovo | 2 | 0 | 1 | 1 | 54 -65 | -11 | 1 |
Dystir:
Dystir
Umfar | Dagur og tíð | Úrslit |
---|---|---|
1 | Mikudag, 06. nov 2024, 19:00 | Føroyar 32 – 21 Kosovo |
1 | Hósdag, 07. nov 2024, 18:30 | Niðurlond 40 – 39 Ukraina |
2 | Sunnudag, 10. nov 2024, 13:00 | Ukraina 35 – 32 Føroyar |
2 | Sunnudag, 10. nov 2024, 16:15 | Kosovo 33 – 33 Niðurlond |
3 | Mikudag, 12. mar 2025, 19:00 | Føroyar 32 – 32 Niðurlond |
3 | Hósdag, 13. mar 2025, 19:15 | Kosovo – Ukraina |
4 | Sunnudag, 16. mar 2025, 14:00 | Niðurlond – Føroyar |
4 | Sunnudag, 16. mar 2025, 17:00 | Ukraina – Kosovo |
5 | Hósdag, 08. mai 2025 | Ukraina – Niðurlond |
5 | Hósdag, 08. mai 2025, 19:15 | Kosovo – Føroyar |
6 | Sunnudag, 11. mai 2025, 17:00 | Niðurlond – Kosovo |
6 | Sunnudag, 11. mai 2025, 17:00 | Føroyar – Ukraina |