Tú lurtar eftir

‘Eitt ordiligt tak’ at upp­rað­festa við­líka­haldið av vega­kervi – Dennis Holm

18.09.2024

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur at Landsstýrið arbeiðir við at uppraðfesta viðlíkahald av landsvegunum og at hetta er ein uppgáva sum krevur breiða politiska undirtøku. Í samrøðu fyrr ídag við Árna Gregersen á FM1 viðgekk Dennis Holm at viðlíkahald og trygd í eldri tunlum ikki liggja á nøktandi stigi í løtuni. “Fleiri av teimum gomlu tunlunum, eins og Landsverk greiddi frá í Degi og Viku fyrr í vikuni, liva ikki upp til tey krøvini sum eru ídag,” segði landsstýrismaðurin. “Teir liva upp til tey krøvini sum vóru tá tunlarnir blivu gjørdir. So tað er neyðugt at fara at hava størri fokus frá landsins síðu av – at fáa økt um játtanina til viðlíkahald av bæði vegum, brúm og tunlum. Tað hava vit sett hol á, men tað krevur nógv størri orku frá tí samlaða politiska landslagnum, frá øllum flokkum. Tí hetta er eitt ordiligt tak sum skal gerast tey komandi nógvu árini og ikki bara eitt ár í senn.” Árni Gregersen spurdi so: “Kann væntast at nakað av hesum her sæst aftur á uppskotinum til fíggjarlóg sum verður lagt fram síðst í mánaðinum?” Til hetta svaraði Dennis Holm: “Vit hava gjørt eina uppraðfesting av viðlíkahaldinum til landsvegakervið generelt – asfaltering – og tað sæst eisini aftur í tí játtanini sum hevur verið á landsvegakervinum seinastu árini, og tað fer eisini at síggjast á tí komandi fíggjarlógini. Men tá tað er sagt, so er tað jú ein realitetur at vit noyðast at gera heilt onnur ting. Vit arbeiða eisini við nøkrum tankum um hvussu tað kann skipast, og fara at royna at taka upp ta diskssiónina upp við øllum flokkum, soleiðis at vit fáa gjørt eina langtíðar avtalu um at vit noyðast at uppraðfesta viðlíkahaldið av landsvegakervinum sum heild.”

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Politikkur (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Okkum tørvar eitt øðrvísi úttrykk – men fara framhaldandi at arbeiða við kristnu grundvirðunum

Hóast nøkur "politiskt niðurløg" trýr Steffan Klein Poulsen uppá stevnuskrá Miðfloksins. Leygardagin verður fy…

07.05.2026
– Sjálvandi eru sveiggj í fiskivinnuni men her er nógv jaligt

Bárður á Steig Nielsen var ein av teimum, sum var til ársfrágreiðingina hjá Sjókovanum fyrrapartin. Hoyr samrø…

30.04.2026
– 92 seingjapláss í Keypmannahavn eru als ikki nøktandi

Man má rokna við eini 150 tøkum plássum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen. Eitt uppskot hjá landsstýriskvinnuni …

28.04.2026
Stóra byggiverkætlanin í Klaksvík: – Seinastu tættirnir skulu koma uppá pláss

Ætlanin er at fara í gongd eftir summarfrítíðina, og talan er um áleið 150 búeindir og ein barnagarð. – Vit ha…

22.04.2026
– Verður áleið 100 krónur bíligari at fylla tangan

MVG á bensin og olju verður avtikið fram til 31. juli, avdúkar Aksel V. Johannesen á FM1. Landsstýrismaðurin í…

22.04.2026
– Vit eru ógvuliga nøgd í Javnaðarflokkinum

Javnaðarflokkurin hevði sínar nevndarsessir uppá pláss i morgun. Ben Arabo er nýggjur formaður í Vinnunevndini…

20.04.2026
Fróði um ferðina: – Hon er forferdelig

Formaðurin í Rættarnevndini hevði viljað, at ferðin í politisku skipanini var hægri, men “man er ein av 33”. F…

20.04.2026
Hermann Samuelsen: Hálv-rørandi og nú skal man taka ábyrgd

Ungi klaksvíkingurin tók sæti á tingi í dag, tá Anna Falkenberg fór í farloyvi. – Hetta hevur verið serligt, o…

20.04.2026
Nýggi formaðurin í Miðflokkinum: – Nátúrligt at skifta nú

Steffan Klein Poulsen vitjaði rásarúmið í FM1, har hann setti orð á politisku leið sína, á Jenis av Rana og á …

14.04.2026
Hyggur eftir størvum: – Nú skal eg ikki bara vera politikkarin Djóni

Beint eftir valúrslitið hugsaði hann "ongantíð aftur", men Djóni Nolsøe Joensen vil ikki vísa aftur, at hann v…

14.04.2026
– Bústaðir og vinnan skulu arbeiða saman

Margit Stóra umsitur framhaldandi bústaðarmál. Umframt at geva okkum yvirlit yvir landsstýrissøgu hennara, sta…

14.04.2026
– Torført at síggja hetta sum eitt fíggjarpolitiskt haldført samgonguskjal

Tíverri sæst tað, sum fylti í valstríðnum um haldføri, ikki aftur í hesum. Millum annað er tað skeivt at gera …

09.04.2026
– Her blunka nakrar reyðar perur tá tað kemur til fíggjarstøðuna

Mítt fyrsta inntrykk er, at landskassin verður verri fyri eftir hetta samgonguskeiðið. Hetta staðfesti Ruth Va…

09.04.2026
Nýggi løgmaðurin: – Avgjøld á olju er fyrsta málið vit fara at fremja

Árni Gregersen tosaði við Beinir Johannesen, beint eftir at hann hevði lagt samgonguskjalið fram

09.04.2026
Tíðindafundur og samrøður: Tá ABC-samgongan varð skipað

Hoyr útsagnirnar úr Løgtinginum, har tað var stúgvandi fult. FM1 sendi beinleiðis og tosaði við samgongu- og a…

09.04.2026
Bárður og Beinir: Breiða samgongan skal veruliga broyta skipanir – og bøta um bústaðarstøðuna

Bárður á Steig Nielsen verður annað landsstýrisfólki hjá Sambandsflokkinum. Hann setur orð á týdningin av at b…

08.04.2026