Tú lurtar eftir

‘Eitt ordiligt tak’ at upp­rað­festa við­líka­haldið av vega­kervi – Dennis Holm

18.09.2024

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur at Landsstýrið arbeiðir við at uppraðfesta viðlíkahald av landsvegunum og at hetta er ein uppgáva sum krevur breiða politiska undirtøku. Í samrøðu fyrr ídag við Árna Gregersen á FM1 viðgekk Dennis Holm at viðlíkahald og trygd í eldri tunlum ikki liggja á nøktandi stigi í løtuni. “Fleiri av teimum gomlu tunlunum, eins og Landsverk greiddi frá í Degi og Viku fyrr í vikuni, liva ikki upp til tey krøvini sum eru ídag,” segði landsstýrismaðurin. “Teir liva upp til tey krøvini sum vóru tá tunlarnir blivu gjørdir. So tað er neyðugt at fara at hava størri fokus frá landsins síðu av – at fáa økt um játtanina til viðlíkahald av bæði vegum, brúm og tunlum. Tað hava vit sett hol á, men tað krevur nógv størri orku frá tí samlaða politiska landslagnum, frá øllum flokkum. Tí hetta er eitt ordiligt tak sum skal gerast tey komandi nógvu árini og ikki bara eitt ár í senn.” Árni Gregersen spurdi so: “Kann væntast at nakað av hesum her sæst aftur á uppskotinum til fíggjarlóg sum verður lagt fram síðst í mánaðinum?” Til hetta svaraði Dennis Holm: “Vit hava gjørt eina uppraðfesting av viðlíkahaldinum til landsvegakervið generelt – asfaltering – og tað sæst eisini aftur í tí játtanini sum hevur verið á landsvegakervinum seinastu árini, og tað fer eisini at síggjast á tí komandi fíggjarlógini. Men tá tað er sagt, so er tað jú ein realitetur at vit noyðast at gera heilt onnur ting. Vit arbeiða eisini við nøkrum tankum um hvussu tað kann skipast, og fara at royna at taka upp ta diskssiónina upp við øllum flokkum, soleiðis at vit fáa gjørt eina langtíðar avtalu um at vit noyðast at uppraðfesta viðlíkahaldið av landsvegakervinum sum heild.”

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Politikkur (ljóð)

Allar sendingar í røðini
– Neyðugt við broytingum í føroyska samfelagnum

Ein styrki at fólk við nógvum breiðum royndum innan tað privata og almenna eru í nýskipanarnevndini, sigur nýg…

01.09.2026
– Nú hava vit samlaðu tilbúgvingina hjá Føroyum í einum og sama stovni

Og arbeiðsumhvørvið og trygdin har verður eftir ætlan eisini styrkt við hesum. Hetta sigur Bárður á Steig Niel…

28.08.2026
Løgmaður bjartskygdur um samgongusamstarvið

Ólavsøkan verður nakað øðrvísi, nú hann er blivin løgmaður. Beinir Johannesen vitjaði Árna Gregersen. Hoyr lon…

24.07.2026
Áramál skal setast á bisp

12 ár hevði verið hóskandi hjá einum bispi at sita í starvinum, sigur Fróði Magnussen, tingmaður. Hoyr samrøðu…

24.07.2026
-Lønardeildin kundi havt sagt dómin

Føroysk miðlafólk legði sak móti landsstýrinum, so felagið fær samráðingarrættin fyri miðlafólkini í Kringvarp…

26.06.2026
Beinir Johannesen eftir tveir mánaðir í løgmanssessinum

Fyrsta tíðin sum løgmaður, samgonguskjalið og avlop á fíggjarlógini. Árni Gregersen hevði vitjan av Beini Joha…

11.06.2026
– Endamálið er at fáa kjøt á tað beinið, sum eitur tjóðarsemjan

Javnaðarflokkurin hevur í dag alment tiltak um altjóða støðu Føroya. Hoyr samrøðu við Sjúrð Skaale her. (Mynd:…

13.05.2026
Okkum tørvar eitt øðrvísi úttrykk – men fara framhaldandi at arbeiða við kristnu grundvirðunum

Hóast nøkur "politiskt niðurløg" trýr Steffan Klein Poulsen uppá stevnuskrá Miðfloksins. Leygardagin verður fy…

07.05.2026
– Sjálvandi eru sveiggj í fiskivinnuni men her er nógv jaligt

Bárður á Steig Nielsen var ein av teimum, sum var til ársfrágreiðingina hjá Sjókovanum fyrrapartin. Hoyr samrø…

30.04.2026
– 92 seingjapláss í Keypmannahavn eru als ikki nøktandi

Man má rokna við eini 150 tøkum plássum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen. Eitt uppskot hjá landsstýriskvinnuni …

28.04.2026
Stóra byggiverkætlanin í Klaksvík: – Seinastu tættirnir skulu koma uppá pláss

Ætlanin er at fara í gongd eftir summarfrítíðina, og talan er um áleið 150 búeindir og ein barnagarð. – Vit ha…

22.04.2026
– Verður áleið 100 krónur bíligari at fylla tangan

MVG á bensin og olju verður avtikið fram til 31. juli, avdúkar Aksel V. Johannesen á FM1. Landsstýrismaðurin í…

22.04.2026
– Vit eru ógvuliga nøgd í Javnaðarflokkinum

Javnaðarflokkurin hevði sínar nevndarsessir uppá pláss i morgun. Ben Arabo er nýggjur formaður í Vinnunevndini…

20.04.2026
Fróði um ferðina: – Hon er forferdelig

Formaðurin í Rættarnevndini hevði viljað, at ferðin í politisku skipanini var hægri, men “man er ein av 33”. F…

20.04.2026
Hermann Samuelsen: Hálv-rørandi og nú skal man taka ábyrgd

Ungi klaksvíkingurin tók sæti á tingi í dag, tá Anna Falkenberg fór í farloyvi. – Hetta hevur verið serligt, o…

20.04.2026
Nýggi formaðurin í Miðflokkinum: – Nátúrligt at skifta nú

Steffan Klein Poulsen vitjaði rásarúmið í FM1, har hann setti orð á politisku leið sína, á Jenis av Rana og á …

14.04.2026