Tú lurtar eftir

Fer framvegis at arbeiða fyri frítíðarkorti til børn og ung í Sunda kommunu

31.10.2023

Skipanin við frítíðarkorti er at finna í fleiri kommunum kring landið. Í Sunda kommunu hava røddir verið frammi um, at tíðin er búgvin til, at frítíðarkortið í Sunda Kommunu verður sett á komandi fíggjarætlan. Varaborgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen, heldur, at ein skipan við frítíðarkorti er neyðug, um Sunda kommuna framhaldandi skal bjóða seg fram til barnafamiljur at seta búgv. – Frítíðarkortið lættur væl um hjá barnafamiljum, men ikki minst tryggjar tað javnbjóðis tilboð til øll børn í økinum, uttan mun til fíggjarligu raðfestingarnar og umstøðurnar hjá familjunum, heldur varaborgarstjórin. Minnilutin í trivnaðarnevndini í Sunda kommunu, sum er Eyðstein Zachariasen, hevur tí mælt til at raðfesta frítíðarkortið á fíggjarætlanini fyri 2024. Men meirilutin í trivnaðarnevndini, sum er Trygvi Kallsoy, Rúni Kruse, Vinjard Dam og Haraldur Símunarson Hammer meta ikki, at tað er ráð til at raðfesta frítíðarkortið á fíggjarætlanini 2024, nú ætlanin er at hækka skattaprosentið og barnafrádrátturin í kommununi. Í uppskotinum frá Eyðsteini Zachariasen verður skotið upp, at børn í kommununi millum 5 og 18 ár skulu fáa ágóðan av einum tílíkum frítíðarkortið, har upphæddin kundi verið umleið 2.000 krónur fyri hvørt barnið. Í kommununi búgva umleið 360 børn, so tað hevði kostað umleið 720.000 krónur um árið, bleiv uppskotið samtykt. Fíggjarnevndin í kommununi samtykti einmælt tann 23. oktober at mæla býráðnum til at fylgja tilmælinum frá meirilutanum í trivnaðarnevndini – tað vil siga, at ikki raðfesta frítíðarkortið á fíggjarætlanini fyri komandi ár. Eyðstein Zachariasen virðir avgerðina hjá meirilutanum hjá trivnaðarnevndini, men sigur, at hann fer at arbeiða víðari við ætlanini, so hon vónandi kemur á fíggjarlógina fyri 2025. Hoyr samrøðu við formannin í trivnaðarnevndini í Sunda kommu, Eyðstein Zachariasen, her: Hvat er Frítíðarkort? Frítíðarkortið er ein frítíðarskipan, og sum ánari av kortinum, soleiðis sum uppskotið frá formanninum í trivnaðarnevndini var, fært tú ein ágóða upp til kr. 2.000 fyri hvørt barnið, ið kann nýtast til at rinda fyri lima- og luttøkugjøld í samband við ítróttar- og frítíðarvirksemi.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
– Mær hóvar ikki slíka politiska íblandan úr Danmark

Ruth Vang vísir ikki ætlanini hjá Venstre og Sambandsflokkinum um statslán púrasta aftur. Men landsstýriskvinn…

16.02.2026
Óttist at fólk ikki velja meg tí eg vann í fjør

Oddsunum skal man ikki lurta eftir. Man veit ikki nær tað endar, so eg royni at njóta tað, sigur Sissal Jóhann…

12.02.2026
Beinir fer at geva nógv út – bæði á føroyskum og á enskum

Føroyski tónleikarin arbeiðir við tónleiki hvønn dag í Danmark og roynir eisini at bróta ígjøgnum í millum ann…

10.02.2026
Ein ørgrynna av tilfari liggur eftir Sloan

Rólant í Skorini greiðir frá um savnið í Sloans Húsi, sum letur upp sunnudagin

03.02.2026
Vesi og brúsa í øllum kømrunum er størsta broytingin

Almenn móttøka hevur verið í nýggja Heilbrigdinum í sambandi við at gamla nonnukleystrið er umbygt til viðgerð…

08.01.2026
Vælsignaði av nógvum stuðlum

Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, er takksamur fyri tey ellivu krovini frá Lions Suðuroy, og fáa gávunum …

19.12.2025
– Tekin um altjóða áhuga

– Vit eru í samráð við ymiskar sendistøðir, men hetta er eitt høvi at hitta fleiri, sigur Torfinnur Jákupsson….

16.12.2025
Veðurstovan: Verður eitt sindur buldraligt

Tíðliga í kvøld veksur vindurin heilt fitt. Kl. 21 er vindurin um alt landið omanfyri 20 metrar um sekundið og…

09.12.2025
Niels Mortensen: Runavík er eitt spennandi øki

Fyrrapartin lótu fleiri handlar upp í Runavík. Rumbul, Skálkur, Sunset og Bónus lótu upp í hølunum, har Borg á…

12.11.2025
Serligt hjá fimleikarunum at framføra í Norðurlandahúsinum

400 fimleikarar úr øllum landinum fara um vikuskiftið at framføra teirra tulking av Vón tá Fimleikafagnaður ve…

07.11.2025
Ein blanding millum Black Friday og mentanarnátt – alt undir sama taki

Tað verður ein blandingur av Black Friday og mentanarnátt og alt koyrt undir eitt tak. Her verður ókeypis spæl…

02.10.2025
Vinnudagurin er hátíðardagur hjá vinnuni

Vinnudagurin skal millum annað vera við til at skapa stoltleika í vinnuni og økja um virðingina fyri vinnuni h…

17.09.2025
Óvæntað vitjan av kongi

Samrøða við Marius Thomassen frá Vinnuhúsinum. Føroyska handverkaravinnan hevur í hesum døgum bás til Euroskil…

12.09.2025
Hoyr samrøðu við danska løgmálaráðharran um nýggju skothøllina í Norðradali.

Hoyr samrøðuna okkara reportari, Óli G. Samuelsen gjørdi við danska løgmálaráðharran, Peter Hummelgaard um nýg…

23.08.2024
Royndi løgreglumaðurin Jan Fossáberg stórfegnast um bestu skothøllina í øllum ríkinum

Hoyr samrøðuna okkara reportari, Óli G. Samuelsen gjørdi við roynda løgreglumannin, Jan Fossáberg í nýggju sko…

23.08.2024
Hoyr røðurnar fútin og danski løgmálaráðharrin hildu í samband við at nýggja skotbreytin hjá løgregluni var tikin í brúk

Her ber til at hoyra røðurnar fútin, Michael Boelsen og danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard hildu í sam…

23.08.2024