Tú lurtar eftir

Fer framvegis at arbeiða fyri frítíðarkorti til børn og ung í Sunda kommunu

31.10.2023

Skipanin við frítíðarkorti er at finna í fleiri kommunum kring landið. Í Sunda kommunu hava røddir verið frammi um, at tíðin er búgvin til, at frítíðarkortið í Sunda Kommunu verður sett á komandi fíggjarætlan. Varaborgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen, heldur, at ein skipan við frítíðarkorti er neyðug, um Sunda kommuna framhaldandi skal bjóða seg fram til barnafamiljur at seta búgv. – Frítíðarkortið lættur væl um hjá barnafamiljum, men ikki minst tryggjar tað javnbjóðis tilboð til øll børn í økinum, uttan mun til fíggjarligu raðfestingarnar og umstøðurnar hjá familjunum, heldur varaborgarstjórin. Minnilutin í trivnaðarnevndini í Sunda kommunu, sum er Eyðstein Zachariasen, hevur tí mælt til at raðfesta frítíðarkortið á fíggjarætlanini fyri 2024. Men meirilutin í trivnaðarnevndini, sum er Trygvi Kallsoy, Rúni Kruse, Vinjard Dam og Haraldur Símunarson Hammer meta ikki, at tað er ráð til at raðfesta frítíðarkortið á fíggjarætlanini 2024, nú ætlanin er at hækka skattaprosentið og barnafrádrátturin í kommununi. Í uppskotinum frá Eyðsteini Zachariasen verður skotið upp, at børn í kommununi millum 5 og 18 ár skulu fáa ágóðan av einum tílíkum frítíðarkortið, har upphæddin kundi verið umleið 2.000 krónur fyri hvørt barnið. Í kommununi búgva umleið 360 børn, so tað hevði kostað umleið 720.000 krónur um árið, bleiv uppskotið samtykt. Fíggjarnevndin í kommununi samtykti einmælt tann 23. oktober at mæla býráðnum til at fylgja tilmælinum frá meirilutanum í trivnaðarnevndini – tað vil siga, at ikki raðfesta frítíðarkortið á fíggjarætlanini fyri komandi ár. Eyðstein Zachariasen virðir avgerðina hjá meirilutanum hjá trivnaðarnevndini, men sigur, at hann fer at arbeiða víðari við ætlanini, so hon vónandi kemur á fíggjarlógina fyri 2025. Hoyr samrøðu við formannin í trivnaðarnevndini í Sunda kommu, Eyðstein Zachariasen, her: Hvat er Frítíðarkort? Frítíðarkortið er ein frítíðarskipan, og sum ánari av kortinum, soleiðis sum uppskotið frá formanninum í trivnaðarnevndini var, fært tú ein ágóða upp til kr. 2.000 fyri hvørt barnið, ið kann nýtast til at rinda fyri lima- og luttøkugjøld í samband við ítróttar- og frítíðarvirksemi.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Gilli: Vit skulu læra av KÍ

– Skora teir ikki innanfyri teir fyrstu 20 minuttirnar, so kann tað henda, at heimaáskoðararnir gerast ónøgdir…

07.09.2023
Gunnar: Tað verður spennandi at spæla á hesum leikvøllinum

– Er Lewandowski klárur at møta Gunnari? Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, var skjótur at verja sín s…

06.09.2023
FarCargo fer at flúgva seint í heyst

Flogmiðilin AeroTime sigur, at FarCargo byrjar sína farmaflúgving í oktober, men stjórin í FarCargo, Birgir Ni…

01.08.2023
Djóni: – Eru manglar í serskúlalógini, so skal tað rættast upp

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Skúlanum á Trøðni eina átalu fyri handfaringina av skúlagongdini hjá einum…

06.07.2023
Evropeiska lutakastið á FM1 klokkan 13

Í samband við, at KÍ, Víkingur, HB og B36 í dag finna útav, hvat fyri evropeisk mótstøðulið tey møta í summar,…

20.06.2023
Odmar: – Vit mugu byrja væl

Sterki miðverjin Odmar Færø sigur, at tað fyrsta korterið verður avgerandi fyri, hvat fyri dyst vit fáa ímóti …

16.06.2023
Arta selur mikrosement og steinløg

Í sendingini Tónleikur og Prát á FM1 í dag var Høgni Sloan Justesen frá Arta gestur har hann greiddi frá teirr…

14.06.2023
Borgarstjórin stórfegnast um góða veðrið og sigurin hjá 07 Vestur

Hoyr samrøðuna Petur Zachariassen gjørdi við borgarstjóran í Sørvágs kommunu, Eyð Ellingsgaard, ið var í sera …

10.06.2023
Lollipops og Black Birds finna saman í oktober

7. oktober verður dansur í Dansifrøi har 2 bólkar, sum ávíkavist hava 60 og 50 ára jubileum spæla til dansin. …

09.06.2023
Torben frá Lollipops kemur til Føroya

Í dag ringdi Petur Zachariassen til Torben Lundgreen, forsangara í Lollipops, sum koma til Føroyar at spæla ti…

08.06.2023
Hvat ger prestur?

Frá oktobur í 2022 og eitt sindur inn í 2023, var Árni Gregersen vertur í sendingunum Prestar og Kirkjur á FM1…

02.06.2023
Ljóðbrot: Samd vinnunevnd tekur undir við uppskoti um nýggja kappingarlóg

– Tað, at vit áseta eina øgiliga harða revsing fyri kartelvirksemi, undirbyggir álvaran í tí, sum lógin er ætl…

10.05.2023
TONIK í Føroyum, hvat er tað?

Elsa Maria Magnussardóttir Olsen ( Íverksetarhúsið í Klax) – Sóley Heradóttir Hammer – Súsanna Laursen (Báðar …

02.05.2023
(FM1) Hotel Runavík fekk fyri gott einum ári síðani nýggjar eigarar

[audio mp3="https://www.fm1.fo/wp-content/uploads/2024/07/2023-04-26-Mentanarvikan-2023-Runavikar-Kommuna-Anni…

26.04.2023
(FM1) Jógvan Højsted, Marjun Niclasen og Beinta Gaardbo greiða frá ymiskum

[audio mp3="http://midlar.fo/wp-content/uploads/2023/04/2023-04-26-Mentanarvikan-2023-Runavikar-Kommuna-Marjun…

26.04.2023
(FM1) Hoyr prát við Jógvan Højsted um Óluvustovu í Funningi

[audio mp3="http://midlar.fo/wp-content/uploads/2023/04/2023-04-26-Mentanarvikan-2023-Runavikar-Kommuna-Jogvan…

26.04.2023