Fleiri føroysk skip í FAS

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroysk reiðarí eiga nú ein vaksandi part av skipunum, sum eru skrásett í Føroyska Altjóða Skipaskrásetingini, FAS. Hagtøl frá Sjóvinnustýrinum vísa, at parturin er øktur frá 30 prosentum í 2017 til 47 prosent í 2025.

Fyrr vóru tað serliga svensk og norsk reiðarí, ið skrásettu síni skip í FAS. Men FAS varð sett á stovn, fyri at føroysk skip ikki skuldu noyðast at skráseta seg uttanlands. Nú vísa hagtølini, at føroyska skrásetigin vikar so væl, at reiðaríini velja at skráseta síni skip í FAS.

Stjórin í Sjóvinnustýrinum, Hans Johannes á Brúgv, sigur, at vaksandi føroyski FAS-flotin kann verða spírin til eina vaksandi shippingvinnu í Føroyum, og at Føroyar fáa enn eitt bein at standa á, so at mótstøðuførið hjá føroyska búskapinum gerst størri.

Frágreiðingar frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, RFH vísa, at FAS-reiðarí skapa nógv arbeiðspláss í Føroyum. Í januar 2024 arbeiddu 1.350 sjófólk hjá reiðaríum í RFH, og 266 starvsfólk arbeiddu á landi. Hans Johannes á Brúgv leggur afturat, at tað er altavgerandi, at føroyska útbúgvingarskipanin fylgir við og setur á stovn útbúgvingar til shippingvinnu.

Í 2022 var útflutningsvirðið hjá handilsflotanum 1,13 milliard krónur svarandi til 38 prosent av samlaða útflutninginum av tænastum. Shippingvinnan er ein týðandi partur av føroyska búskapinum, og er eisini tengd at gongdini í heimsbúskapinum.

Í vikuskiftinum vóru fjórðingsfinalur í donsku steypakappingunum fyri kvinnur og menn í donskum flogbólti. Her vunnu ASV Elite við Bjørk Nolsøe Isaksen og Ikast KFUM við Bjarna Joensen seg í final 4 kappingina, sum verður í Aarhus 3. og 4. februar 2024

Í vikuskiftinum vóru fjórðingsfinalur í donsku steypakappingunum fyri kvinnur og menn í donskum flogbólti. Her vunnu ASV Elite við Bjørk Nolsøe Isaksen og Ikast KFUM við Bjarna Joensen seg í final 4 kappingina, sum verður í Aarhus 3. og 4. februar 2024