Uttanríkis- og vinnumálaráðið sent til ummælis broytingar í kunngerð um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum.
Eftir at dekkaraútbúgvingin, sum lýkur STCW-krøvini, er sett í verk, verður mælt til at broyta krøvini fyri fulltiknar dekkarar. Kravið um 6 mánaðar siglingartíð umborð á handilsskipið verður strikað.
Kravið til skipskokkar umborð á handilsskipum verður javnsett við krøvini til fiskiskipi, soleiðis at umsøkjarar skulu vera útbúnir kokkahjálparar ella føðsluhjálparar.
Ætlanin við broytingunum er at tryggja, at øll útbúgving og førleikar samsvara við STCW-krøvini.
Ummælisfreistin er ásett til 1. apríl 2025, og broytingarnar koma í gildi dagin eftir, at kunngerðin er kunngjørd.