Tú lurtar eftir

Fótbóltsleikari og rúsdrekkasmuglari bjargaði 151 jødum undan mannatýning

26.06.2024

Kom frá fínari familju Algoth “Agi” Niska (f. 5. desember 1888 – d. 28. mai 1954) var ein fótbóltsleikari, rúsdrekkasmuglari og ævintýrari. Hann var føddur í Vyborg í Finnlandi, sum nú liggur í Russlandi. Algoth Niska var sonur svensk-talandi skipsføraran Ivar Alfred Niska, sum eisini var skúlastjóri á sjómansskúlanum í Vyborg, og tónleikarinnuna Hilda Niska (fødd Schlüter). Hann hoyrdi til gomlu Niska-familjuna úr Oulu. Ivar og Hilda fingu fimm børn, har Algoth var yngstur. Adolf Niska sang hábass undir sangleiki, Ester Niska sang sopran, Bror Niska var operettusangari og Aina Niska úrmælingur innan dans. Deyði faðirsins fekk stórar avleiðingar Faðirin doyði í 1903, tá Algoth var bert 14 ára gamalur. Sambært minningarorðum í blaðnum Wiipuri tann 19. august doyði Ivar Niska brádliga bert 56 ára gamalur av einum hjartatilburði. Tá pápin doyði, flutti familjan úr Vyborg til Helsinki í 1904, har Algoth Niska gekk í skúla á Nya svenska läroverketí. Samstundis fekk hann áhuga fyri fótbóltsspælinum, men ungdómstíðin var merkt av ruðuleika: Algoth var fangaður í at stjala og búði viðhvørt hjá skyldfólki í Raahe orsakað av keðiligum atburði. Fyrsta felagið var Viipurin IFK Fyrsta felagið hjá Algoth Niska kallaðist Viipurin IFK. Idrottsföreningen Kamraterna Viborg var eitt ítróttafelag frá Vyborg, sum nú hoyrir til Russands. Felagið varð stovnað í 1896 og var fyrsta IFK-felagið í Finnlandi. Vyborg IFK var við til at stovna IFK-samgonguna. Í 1908 gjørdist Vyborg IFK eisini limur í finska fótbóltssambandinum. Felagið fór í upploysn eftir, at Stalin og Sovjetsamveldið løgu hald á býin 19. september 1944. Niska spældi við Viipurin IFK í 1904. Skifti til Ítróttafelagið Unitas Algoth Niska skifti síðani til nýstovnaða Urheiluseura Unitas í Helsinki, har hann var við til at vinna fyrsta finska meistaraheitið í 1908. Sportklubben Unitas varð stovnað summarið 1905 og fótbóltsspælið varð íðkað frá byrjan av. Í august 1906 sendi Unitas eitt lið til eina ítróttakapping í St. Pætursborg, har teir eisini spældu ein fótbóltsdyst ímóti einum áhugafelag í St. Pætursborg og taptu 0-15. Tað var fyrsti finski fótbóltsdysturin, hóast arbeiðarar, sjómenn og skúlanæmingar høvdu spælt fótbólt síðani einaferð í 1870-árunum. Unitas bjóðaði áhugafelagnum, sum var mannað við bretum, ið búleikaðust í St. Pætursborg, til ein seinna dyst í september, tá fyrsti rættiligi fótbóltsdysturin varð spældur í kappingini, sum fór fram á Kaisaniemi Park. Dysturin varð spældur á sandvølli tann 9. september og endaði við einum 3-0 sigri til liðið frá St. Pætursborg. Danin Johannes Blenner var liðskipari hjá Unitas. Í oktober sama ár skipaði Unitas fyri kapping um meistaraheitið í Kaisaniemi, sum verður roknað sum byrjanin til kappingina um finska meistaraheitið. Unitas helt áfram at spæla altjóða dystir várið eftir, tá teir fingu vitjan av St. Pætursborg-feløgunum Newsky og Neva umframt svenska Östermalms IF úr Stockholm. Í mai 1907 var Unitas eisini við til at seta finska fótbóltssambandið á stovn saman við seks øðrum feløgum. Finska meistaraheitið varð fyrstu ferð avgreitt í 1908, tá Unitas vann 4-1 í finaluni á Polyteknikkojen Urheiluseura. Meistaraliðið var mannað við Algot Niska, Oscar Jansson, George Easton, Gösta Löfgren og Ernst Schybergson. Millum týðandi fótbóltspersónarnar í finskum fótbólti var danskt-føddi handilsmaðurin Johannes Blenner og hann var eisini dómari í finaluni. Unitas meldaði seg til kappingina um finska meistaraheitið í 1909 og 1910, men avlýsti báðu ferðir. í 1909 tók Unitas seg úr, tá SPL burturvísti leikarum úr felagnum. Unitas luttók ongantíð aftur í landskappingini. Felagið varð upployst í 1945. Skifti víðari til HIFK í 1910 Idrottsföreningen Kamraterna, Helsingfors varð stovnað tann 15. oktober 1897 av Georges Doubitsky, ein 15 ára gamal næmingur sum las á Svenska Reallyceum i Helsinki. Fótbóltsdeildin varð sett á stovn í 1907, sama ár sum finska fótbóltssambandið og kappingarneytarnir frá Helsingin Jalkapalloklubi vórðu stovnað. HIFK spældi fyrsta fótbóltsdystin í Kaisaniemi tann 17. mai 1908 og vann 2-1 á Unitas. Tíðliga í tíðini endaði HIFK á 2. plássi í kappingini um finska meistaraheitið (sum tá varð skipað sum ein steypakapping) í 1909, 1912, 1928 og 1929. Harumframt var tað finska landsliðið, sum luttók í OL 1912 í Stockholm og endaði á 4. plássinum, í stóran mun mannað við leikarum frá HIFK og HJH. HIFK vann fyrsta finska meistaraheitið í 1930. Sama áratíggju vann HIFK meistaraheitið tríggjar ferðir afturat, í 1931, 1933 og 1937. Umframt hesa fýra meistaraheitini hevur HIFK vunnið meistaraheitið í 1947, 1959 og 1961. Samanlagt hevur HIFK vunnið 7 finsk meistaraheiti. HIFK var millum fremstu finsku feløgini, tá felagið flutti niður í 1972, hóast 2. pláss árið fyri og tað gingu 42 ár, áðrenn HIFK aftur spældi við í fremstu røð. Síðani hevur HIFK spælt í fremstu røð árini 2015-17 og 2019-22. Í 2024 fór felagið á húsagang og noyddist niður í 5. bestu deildina. Spældi undir OL 1912 Algoth Niska spældi í fyrsta finska A-landsdystinum tann 22. oktober 1911, tá Finnland tapti 2-5 fyri Svøríki, hóast Finnland førdi 2-0 eftir fimm minuttir. Árið eftir var Algoth Niska við í besta altjóða úrslitinum hjá Finnlandi higartil, har liðið endaði á 4. plássi. Finska OL-liðið í 1912 var mannað við leikarum frá trimum feløgum: Finskmælta Helsingin Jalkapalloklubi, svenskmælta Kronohagens Idrottsförening og Helsingfors IFK. Fimm leikarar frá Helsingfors IFK. Algoth Niska var vinstri vongur á finska liðnum, sum vann 3-2 á Italia í longdu leiktíðini. Tað finnast tríggjar útgávur av málskjúttunum í dystinum og sambært einari útgávu skoraði Niska annað málið hjá Finnlandi. Leikararnir høvdu hvørki nummur ella navn á blusunum, sum teir høvdu lænt frá HIFK, so tað er ikki heilt greitt, hvør hevur rætta svarið. Finska fótbóltssambandið brúkar ikki tey upprunaligu OL-hagtølini. Í fjórðingsfinaluni vann Finnland 2-1 á Russlandi, men tapti 0-4 fyri Onglandi í hálvfinaluni. Í dystinum um bronsukrónurnar endaði heilt galið, tí Finnland tapti tapti nú heili 0-9 fyri Hollandi. Tað var samstundis seinasti landsdysturin hjá 23-ára gamla Agoth Niska. Algoth Niska leypir á italska málið undir OL 1912 í Stockholm. Havið dró Algoth Niska fór fyrstu ferð til sjós í 1908. Tá fyrri heimsbardagi brast á, fór hann á sjómansskúla. Stýrimansprógv tók Niska í 1915, men tá hevði hann longu verið víða um. Longu á ungum árum hevði hann siglt við fleiri skipum og hevði ferðast víða, enntá heilt til Cuba. Meistari við FC Kiffen 08 í 1916 Í 1916 skifti Algoth Niska til Kiffen 08, sum hevði vunnið meistaraheitið í 1913 og 1915. Við Algoth Niska á liðnum gjørdist FC Kiffen 08 meistari í 1916. Ragnar Wickström og Lars Schybergson umboðaði eisini Kiffen undir OL 1912. Brøðurnir hjá Lars, Ernst og Richard Schybergson, spældu eisini á landsliðnum. Ernst í allarfyrsta landsdystinum saman við Niska. Í fótbólti verður FC Kiffen 08 talt millum fýra tey størstu í Helsinki saman við HJH HIFK og HPS. Kronohagens Idrottsförbund varð stovnað 27. september 1908 í kjallaranum hjá familjuni Schybergson. Teir, ið stovnaðu felagið vóru 8 dreingir millum 13 og 17 ár. Felagið gjørdist kent undir heitinum Kiffen, sum spældi fyrsta dystin 17. oktober 1909, har liðið vann 3-2 á IF Sport. Árið eftir tapti liðið fyrsta almenna dystin 2-3 fyri Unitas. Undir finska borgarakrígnum í 1918 vórðu heili 14 av limunum hjá Kiffen dripnir, harímillum Richard Schybergson, sum var við til at stovna felagið og fyrsta tíðarskeiðið við góðum úrslitum endaði eisini tá. Felagið fekk aftur eina uppreisn í 1955, men tíggju ár seinni flutti felagið niður í 3. bestu deildina, og hevur bert verið aftur í fremstu røð í 1977 og 1978. Rúsdrekkabann í Finnlandi Finnland gjørdist sjálvstøðugt land í 1917. Í 1919 varð rúsdrekkabann sett í verk í Finnlandi, sum vardi fram til 1932. Júst sum í USA og Norra varð lógin brotin í heilum. Í staðin fyri at tálma nýtsluni av rúsdrekka varð rúsdrekka heldur smuglað inn í landið og selt á svarta marknaðinum. Tá finska rúsdrekkabannið varð sett í gildi í 1919, útvegaði Algoth Niska stórar nøgdir av ólógligum rúsdrekka frá handilsmanninum Pletschikoff. Tá ið goymslan tømdist, keypti hann ein bát og smuglaði sterkar drykkjuvørur úr Estlandi og týskum skipum, sum lógu uttan fyri finska markið. Seinni smuglaði hann drykkjuvørur úr Svøríki, har tað var loyvt, men undir strongum eftirliti. Niska noyddist at kýta seg fyri at sigla undan løgreglubátum og viðhvørt eisini kúlunum frá maskinbyrsum, tá ið hann sigldi millum Turku, Helsinki, Tallinn, Stockholm og í oyggjahavinum rundan um Áland. Sjálvur skeyt hann ongantíð aftur. Tað sigst, at hann einaferð lossaði lastina upp á land mitt í Helsinki, meðan fólk vórðu villleidd, tá Gustav 5. vitjaði í Svøríki. Brátt var Niska eftirlýstur bæði í Svøríki og Finnlandi. Viðhvørt varð Algoth Niska tikin og sat stutt tíðarskeið í varðhaldi í báðum londum, men helt áfram við at smugla og varð eftirlýstur í bæði Svøríki og Finnlandi. Í varðhaldinum uppførdi hann seg altíð fyrimyndarligt og varð ofta leyslatin tíðliga orsakað av góðum atburði. Í 1932 varð Algoth Niska útvístur úr Svøríki. Hann búði síðani í Riga, Tallinn og Danzig. Algoth Niska tosaði svenskt, týskt, enskt og finskt. Bjargaði 151 jødum undan mannatýning Undan seinna heimsbardaga var Algoth Niska í fíggjarliga trongum skóm. Bjargingin gjørdist jødiski handilsmaðurin Albert Amtman, sum var flýddur undan jagstranini av nazistunum. Í 1938 byrjaði Algoth Niska at smugla jødar út úr týskt hersettum økjum. Hann byrjaði tá at útvega følsk finsk pass. Ólógliga virksemið varð bert uppdagað í 1939, tá jødiski flóttamaðurin, F. J. Joffs, ímóti boðum frá Algoth Niska, hevði tikið persónligar ognarlutir við sær og varð steðgaður í eftirlitinum. Algoth flýggjaði til Estlands, men varnaðist skjótt, at Sovjetsamveldið hevði hersett landið og hann róði aftur til Finnlands í árabáti. Finsk tjóðarhetja Bæði bøkur, filmar og sangleikir eru skrivað um henda merkismann umframt, at handilsketa ber hansara navn. Algoth Niska doyði 28. mai 1954 orsakað av heilasvulli; bert 65-ára gamalur. Hann liggur grivin í Hietaniemi kirkjugarðinum í Helsinki. Algoth Niska og Magda Aufrichtig giftust tann 11. september 1917 í Helsinki. Árið eftir fingu tey eina dóttir, eisini nevnd Magda. Tey fóru frá hvør øðrum í 1924 og Algoth giftist á øðrum sinni við Celia Andersson tann 21. Juli 1927. Saman fingu tey sonin Jack í 1928, men tey skiltust eisini. Vælkendi finski tónleikarin, Ilkka “Danny” Lipsanen, er abbasonur hansara.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur

Allar sendingar í røðini
Edwin van der Sar er innlagdur á sjúkrahúsið

Sambært tíðindarskrivið hjá hollenska stórfelagnum Ajax Amsterdam, hevur fyrrverandi málverjin Edwin van der S…

07.07.2023
Takið raplaði niður á De Grolsch Veste

Tann 7. juli 2011 raplaði takið niður undir bygging á leikvøllinum hjá FC Twente, De Grolsch Veste, har tvey f…

07.07.2023
Fótbóltur: Flytingargluggin letur aftur mikudagin

Í skjótt ein mánað hevur flytingargluggin verið opin, har spælarar kunnu skifta feløg. Men mikudagin 12. juli …

07.07.2023
Fyrsta landsliðsmálið hjá undurbarninum

Tann 7. juli 1957 fekk Edson Arantes do Nascimento eitt byrjanarmál fyri brasilska landsliðið, sum tapti 1-2 f…

07.07.2023
Real Madrid keypa týrkiskt stórtalent

Tann 18 ára gamli Arda Güler hevur skift úr Fenerbache til Real Madrid á einum 6 ára sáttmála. Arda Güler hevð…

06.07.2023
12 milliónir til starvsfólkaútreiðslur

“Áh, Guð tað er hart at spæla fótbólt”, syngja Black Birds. Men tað er eisini hart fyri pengapungin hjá bæði H…

06.07.2023
B36 og HB fáa eina millión í part

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi í gjár at lata eina millión í part til feløgini HB og B36. Peningurin …

06.07.2023
Símun og Morten stýra AB restina av árinum

Síðan Henrik Larsen var koyrdur sum høvuðsvenjari hjá AB síðst í mai, hevur felagið arbeitt við at finna eina …

05.07.2023
West Ham United 123 ár

Tann 5. juli 1900 sá eitt nýtt felag dagsins undan leivdunum frá Thames Ironworks FC. Felagið varð kallað West…

05.07.2023
Eitt sjáldsamt hattrikk

Tann 5. juli 1953 spældi László Kubala fyrsta landsdystin fyri Spania, hóast hann frammanundan longu hevði spæ…

05.07.2023
Írland bjóðar U16-landsliðnum av

– Hetta verður ein stór uppgáva, men vit gleða okkum. Samstundis eru hesir dystirnir eisini góð fyrireiking ti…

05.07.2023
Video: Pætur og KA í steypafinaluni

Tað hava verið nakrir spennandi og málríkir dystir í Íslandi hetta kappingarárið, har eisini føroyingarnir í Í…

05.07.2023
Í dag fyllir The Great Dane 60 ár

Kolding Idræts Forening varð stovnað í 1895 og spældi í bestu donsku deildini í 1982 og 1983. Stóra stjørnan v…

04.07.2023
Undrið í Bern

Tann 4. juli 1954 vann Vesturtýskland fyrsta HM-steypið, tá tað vann 3-2 á Ungarn. Týski sigurin gjørdi kál á …

04.07.2023
Griksku gudarnir gjørdi um seg

Tann 4. juli 2004 vann Grikkaland fyrsta – og higartil einasta – stóra steypið, tá liðið vann 1-0 á Portugal í…

04.07.2023
5 ferðir Europa Cup vinnari á rað

Tann 4. juli 1926 varð Alfredo di Stéfano borin í heim í Buenos Aires. Hann vann tvær ferðir Ballon d'Or og gj…

04.07.2023