Tú lurtar eftir

Hallur kennir seg vera væl fyri

26.10.2023

Hallur Hansson er við at koma fyri seg aftur eftir drúgvan knæskaða, og hevur spælt nógv í seinastuni við KÍ. Hann er til reiðar at gera sítt til, at KÍ fær eitt gott úrslit í kvøld, har hann og hansara viðspælarar hava lisið upp á, hvar tað er møguligt hjá KÍ at leypa á Olimpija Ljubljana, sum hevur tendens til at leypa á mótstøðuliðið við nógvum spælarum, tí skal KÍ gagnnýta hetta til egnan fyrimun, skal ein sigur koma í hús í kvøld. Seinastu tíðina hevur eisini nakað av skriving verið um Hall Hansson, nú hann ikki hevur verið úttikin til landsliðið, hóast hann er liðskipari og komin fyri seg aftur eftir knæskaðan, hann fekk í september í fjør. Sjálvur sigur Hallur við FM1, at miðlarnir hava kanska ein tendens til at skapa eitt sindur av drama, tá úrslitini hava verið lakari hjá landsliðnum, og onkrir miðlar seta spurnatekn við úttøkurnar, har millum annað Hallur Hansson ikki hevur verið úttikin tvær tær seinastu ferðirnar. Hallur sigur seg taka tað róligt, og ynskir ikki at verða drigin inn í hetta kjakið. Hann vil heldur prógva sítt virði á vøllinum:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Gilli: TB avrikaði illa móti FC Suðuroy

Hoyr stuttu samrøðuna Heri Simonsen gjørdi við Gilla R. Sørensen, liðskipara hjá TB um 0-1 tapið fyri FC Suður…

03.04.2025
Hoyr málini NSÍ-B68 11-0 – Og hoyr fýra NSÍ-arar og ein B68-ara seta orð á dystin

Hoyr Trygva Absalonsen siga frá teimum 11 málunum NSÍ skoraði í grannauppgerðini móti B68 við Løkin í Runavík….

30.03.2025
Eyðun Thorgeirsson: Hetta er munandi betri byrjan hjá KÍ í mun til í fjør

Eyðun Thorgeirsson var heimildarmaður hjá FM1 til dystin millum KÍ og EB/Streym, ið KÍ vann 2-1. Hoyr Eyðun ta…

30.03.2025
Hoyr Sigfríð seta orð á reyða kortið hjá sær og Meinhard D. Geyti og støðuna móti dystarenda í Klaksvík

Heri Simonsen ringdi til høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Sigfrið S. Clementsen, ið setti orð á støðuna, har Árn…

30.03.2025
Sølvi var vónbrotin meðan Dan var fegin um 0-0 javnleikin í Sarpugerði

Hoyr samrøðurnar Rúni á Reynatrøð gjørdi við ein vónbrotnan veteran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar, og ein fegna…

30.03.2025
Hoyr sigursmálið og sigursmálskjúttan og liðskiparan hjá TB seta orð á dystin B36-TB 0-1

Hoyr Pætur Nolsøe siga frá sigursmálinum Mattias Hellisdal skoraði fyri B36 móti TB við Stórá í Trongisvági. H…

30.03.2025
Ein vónbrotin landsliðsmálverji og ein vónbrotin landsliðsvenjari

Hoyr samrøðuna Trygvi Absalonsen gjørdi við landsliðsmálverjan, Mattias H. Lamhauge, ið gleddist stórliga um a…

25.03.2025
Hoyr Viljorm og Andrias seta orð á vónbrotið í Montenegro

Hoyr samrøðurnar Trygvi Absalonsen gjørdi við liðskiparin, Viljorm Davidsen og verjuskansan, Andrias Edmundsso…

25.03.2025
Hoyr sigursmálið hjá Montenegro og samanumtøkuna hjá Agnari Prestá

Hoyr Trygva Absalonsen siga frá tungu og ræðuligu løtuna, tá okkara mistu javnleikin móti Montenegro á útivøll…

25.03.2025
Odmar: Vit stóðu væl ímóti einum sterkum liði

Hoyr Odmar Færø í samrøðu við Trygva Absalonsen seta orð á 1-2 tapið fyri Kekkia á útivølli. Eisini Odmar harm…

22.03.2025
Málskjúttin og hjálparvenjarin iðra seg um at javnleikurin glapp

Hoyr stuttu samrøðurnar Trygvi Absalonsen gjørdi við søguliga málskjúttan, Gunnar Vatnhamar og hjálparvenjaran…

22.03.2025
Hoyr søguliga fyrsta føroyska málið móti Kekkia

Hoyr Trygva Absalonsen saman við viðmerkjaranum siga frá málunum í HM-undankappingardystinum Kekkia-Føroyar 2-…

22.03.2025
Í NSÍ fegnast teir um fyrsta sigurin í Sarpugerði í seks ár

Hoyr samrøðurnar Rúni á Reynatrøð gjørdi við Poul Kallsberg hjá Víkingi og Brand H. Olsen hjá NSÍ um 3-0 sigur…

16.03.2025
Jákup: Gott at fáa ein sigur undan landsliðssteðginum

Hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran hjá B68, Jákup á Borg sum fegnast um 2-0 heimasigurin móti FC Suðuroy á Svanga…

16.03.2025
TB var betra liðið í fyrra hálvleiki – EB/Streymur var betra liðið í seinna hálvleiki

Hoyr tvær stuttar samrøður við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríð S. Clementsen og liðskiparan hjá TB, Gil…

16.03.2025
Hoyr tvímálsskjúttan og landsliðsmálverjan seta orð á dystin 07 Vestur-HB 1-2

Hoyr samrøðurnar Pætur Nolsøe gjørdi við landsliðsmálverjan hjá 07 Vestur, Ara í Haraldsstovu Petersen og við …

16.03.2025