Handilskip skulu hava null útlát í 2050

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Altjóða sjóvinnufelagsskapurin, IMO ,er í fer við at fyrireika eina víðfevnda broyting í altjóða regluverkinum fyri handilsskip. Tað skrivar Vinnuhúsið. Málsetningurin er greiður, og tað er at nettonull útlát skal verða í 2050.

Eitt nýtt Net-Zero Framework byggir á tvær grundsúlur, ein tekniskan part og ein fíggjarligan part. Tað skal tryggja, at reiðarar bæði verða eggjaðir og revsaðir alt eftir, hvussu væl teir liva upp til krøvini.

Í juni var aðalfundur í International Chamber of Shipping, ICS, har føroyska Reiðarafelagið fyri Handilsskip er limur. Ráðstevnan hevði heitið Shaping the future of shipping, og har var stórt fokus á komandi skipanina frá IMO. Alt bendir á, at ein semja verður gjørd á fundinum í oktobur í ár.

Vinnan tekur í stóran mun undir við hesi ætlan, sum eisini fer at raka føroysk skip. Tó eru summi reiðarar órógvaðir, serliga av ógreiðum í skipanini og møguligum fíggjarligum avleiðingum.

Eisini varð stjóraskifti í ICS við hesum aðalfundi. Thomas Kazakos, sum hevur drúgvar royndir innan shipping á Kypros, tók við eftir Guy Platten. Tað er væntandi, at hann verður ein sterkur leikari í arbeiðinum við grøna orkuskiftinum.

ICS umboðar nú yvir 80 ptodrnt av allari altjóða shippingvinnuni. Føroyar hava verið við síðan 2014.