Tú lurtar eftir

Stjórnin Politikkur á skák’- Hvør dagur er merktur av ræðuleika

12.04.2023

– Hetta er kanska øgiliga symptomatiskt fyri Føroyar. Hetta er kanska størsta mál, um tað er deyðatøgn á tingi. Eingin av hinum flokkunum hevur eitt orð at siga um hetta álvarsmál. So bersøgin var Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, tá hann í dag setti munnligan fyrispurning til Aksel V. Johannesen, løgmann, um føroyskan politikk móti Russlandi. Orsøkin til orðini hjá Jenisi av Rana var, at nú hann setti fyrispurning til løgmann, var einki annað tingfólk, ið hevði hug at taka orðið. – Tað verður lagt meira merki til hetta úti í heiminum, enn vit geva okkum far um, segði Jenis av Rana og legði aftrat, at okkurt má henda í málinum. – Hetta ber ikki til. Hvør dagur er merktur av ræðuleika, segði Jenis av Rana. Jenis av Rana sóknaðist eftir at vita, um nakað bendi á, at landsstýrið fór at finna eina semju um ein føroyskan politikk mótvegis Russlandi og krígnum í Ukraina, og um hvat innihaldið í hesum politikki kundi hugsast at fara at vera. Eisini vildi Jenis av Rana hava at vita, nær hesin politikkur fer at vera klárur. Aksel V. Johannesen gjørdi greitt, at landsstýrið fordømir atgerðirnar hjá Russlandi “upp á tað harðasta” og vísti á, at arbeitt verður við at útgreina, hvørjar avleiðingar tær ymisku avgerðirnar, ið kunnu takast, fara at hava. Aksel V. Johannesen segði, at ivaleyst eru hann og Jenis av Rana samdir um málið, og at hetta møguliga er álvarsamasta mál í politisku skipanini í løtuni. Ætlanin er tí at hava okkurt klárt at lata í uttanlandsnevndina í hesum mánaðinum, soleiðis at til ber at arbeiða fram móti einum felags uttanríkispolitikki móti Russlandi. Jenis av Rana fanst eisini at avgerðini at endurnýggja fiskivinnusamstarvið við Russland, men til hesar atfinningar gjørdi Aksel V. Johannesen greitt, at eingi alternativ vóru fyrireikað, og at við atliti til føroysku fiskivinnuna var tí neyðugt at endurnýggja samstarvið. Løgmaður helt eisini, at tað var skeivt at halda, at aðrar avgerðir enn tær, ið Jenis av Rana metir vera tær røttu, ikki hava avleiðingar. – Vit eru samdir um at gera tað rætta. Men at gera tað lætta er heldur ikki uttan avleiðingar. Óansæð hvat vit gera, hevur tað avleiðingar, segði Aksel V. Johannesen, sum altso væntar at hava okkurt klárt til uttanlandsnevndina, áðrenn mánaðurin er liðin.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Stjórnin – Politikkur á skák (ljóð)

Hvat hoyrist á vatnrørunum? Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen eru fastir í panelinum hjá Árna Gregersen. Stjórnin – politikkur á skák verður send hvønn mikudag eftir tíðindini kl. 17.

Allar sendingar í røðini
Stjórnin: – Her er eingin kantur á valstríðnum

Flokkarnir nærkast hvørjum øðrum á miðjuni, og fjølmiðlar noyðast at kroysta verulig svar úr flokkum og politi…

11.03.2026
Ingilín fekk eitt heilt aðalráð – nú vendir man sær til Arabo

Panelið í Stjórnini setur orð á øðrvísi kósina hjá Javnaðarflokkinum, á nýggj valevni og á eitt valdømi mótveg…

04.03.2026
Stjórnin var fyrireikað uppá val

Vit takka fyri at løgmaður skrivar út val mikudag, tá Stjórnin er á skránni hjá FM1. Jóannes Eidesgaard, Tórbj…

25.02.2026
Stjórnin – Politikkur á skák – Tunnilsfelagið hevur dumpað

Í Stjórnini fýlist panelið, og serliga Jóannes Eidesgaard, á nógvu ivamálini í sambandi við stóru tunnilsverkæ…

18.02.2026
Stjórnin – Politikkur á skák – Trúgvi einki uppá at Javnaðarflokkurin fær 4 tingsessir

Í Stjórnini í dag var veljarakanningin Portal.fo gjørdi í síðstu viku og suðuroyartunnilin evnini, ið vóru upp…

11.02.2026
Stjórnin – Politikkur á skák – Kommunur eiga at leggjast saman við lóg

Í Stjórnini hesaferð var tosað um møguliga samanlegging av kommunum og um at 68 prosent av veljarunum ynskja f…

04.02.2026
Stjórnin – Politikkur á skák – Harðmæltir menn í Stjórnini í dag

Hvast orðaskifti í Stjórnini um uppskotið um fíggjarpolitiskt regluverk, ið fær fyrstu viðger í Løgtinginum hó…

28.01.2026
Stjórnin – Politikkur á skák – Vit mugu kjakast um ognarskatt

Í Stjórnini í dag var røðan hjá Donald Trump í Davos á skránni, men eisini var tosa um møguligan ognarskatt í …

21.01.2026
Stjórnin – Politikkur á skák – Heimild og ábyrgd mugu fylgjast í byggimálum

Stjórnin viðgjørdi politisku støðuna við serligum atliti, at stóru málunum sum Suðuroyartunnilinum

14.01.2026
Stjórnin – Politikkur á skák – Stórveldini broyta heimsmyndina

Stjórnin setti hol á 2026 við umtalu um støðuna hjá Grønlandi í geopolitisku myndini og so var nýggjársrøða lø…

07.01.2026
Stjórnin – Politikkur á skák – Sum at hoyra lundar í bergi

Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen umrøddu fíggjarlógina, pensiónsmálið, Suðuroyartunn…

17.12.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Biddaragongd á Christiansborg

Í Stjórnini í dag hava viðmerkjararnir Heðin Zachariassen, Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard saman við v…

10.12.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Alt kann henda í einari banan republik

Fullmannaða stjórnin viðgjørdi politisku støðuna kring uppskotið um fosturtøku og tær broytingar, ið vóru gjør…

03.12.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Uppsøgd landsstýrisfólk eiga at vera burturvíst beinanvegin

Í Stjórnini í dag hava gestir Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen saman við verti Árna Gregersen diskutera…

26.11.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Hvøss skoðsmál til formannin í Fólkaflokkinum

Fullmannaða Stjórnin, Árni Gregersen, Heðin Zachariassen, Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard viðgjørdu sá…

19.11.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Gera Noregi og Russland ein sáttmála, standa vit við brókunum niðri á knøunum

Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariassen viðgjørdu tunnilsmálið, nýskipanarnevndina og fisk…

12.11.2025