Tú lurtar eftir

Jákup B hevur vant fríspørk

30.11.2023

Tað er ein dyggur smeitur fyri KÍ, at Árni Frederiksberg, sum hevur lagt upp og eisini skotið flest mál fyri KÍ í Evropa í ár, ikki er við í avgerandi dystinum í kvøld móti Slovan Bratislava vegna leikbann. Men liðskiparin hjá KÍ, Jákup B. Andreasen, hevur eftir venjingar vant eitt sindur meira at skjóta fríspørk. Hann ætlar sær at koma á listan, fær KÍ fríspark í góðari støðu.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Samrøður (ljóð)