

Jákup Martin Joensen harmast enn eitt tap hjá B36
04.07.2026Aftaná 0-2 tapið hjá B36 fyri Víkingi á ovara vølli í Gundadali fekk Brynjar J. Poulsen orðið á Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjara hjá B36, ið harmast enn eitt tap hjá B36. Jákup Martin staðfestir, at gongdin fyri tíðina er tung hjá B36, men hann gleðist um, at liðið er triðfremst, og nú koma nakrar vikur har liðið kann arbeiða upp á at bøta um gongdina.














