Jensjáku hevði kovid á tindinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fjallaklintrarin Jens Jákup Hansen er nú á veg heim aftur, eftir at hava verið uppi á 6.189 metra høga tindinum Island Peak.

Hann greiddi í gjár frá, at hann hann hevði verið forkølaður í nakrar dagar, og at nú var orkan uppi, so hann mátti seg í samband við lækna.

Og tað vísti seg ikki at vera uttan orsøk hjá Jensjáku, at hann ikki var serliga væl fyri, tí í dag skrivar hann á Facebook, at tað vísti seg, at hann hevði kovid meðan hann var á tindinum.