Jensjáku kom upp á 6.189 metra høga Island Peak

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eftir at Jens Jákup Hansen gavst í royndini at klintra upp á Ama Dablam, setti hann sær fyri at klintrau upp á 6.189 metra høga tindin Island Peak.

Jensjákup boðar á Facebook í dag frá, at gekst væl at koma upp á Island Peak, men at tað var verri var at koma niðuraftur

– Eg havi verið forkølaður í nakrar dagar, og tá eg gekk niður aftur, vóru kreftirnar uppi. Enn verri var at ganga úr háleguni til Dingboche. Eg gekk sum ein fullur maður og royndi at fáa sherpa at seta seg í samband við lækna. Tað bar ikki til, tí telefonsamband er ikki fyrr enn í Chhukhung. Læknin er í Dingboche, og so langt orkaði eg ikki at ganga.

Jensjákup er nú á gistingarhúsinum í Chhukhung, og skrivar, at hann fær at síggja, hvussu heilsan verður í morgin.

Túrfyriskiparin hevur bjóðað sær til at senda tyrlu, og Jensjákup heldur, at taðfer at vera neyðugt, tí nú sigur kroppurin sigur frá.