

Jóannes Bjartalíð: – Sindur ergiligt ikki at hava verið partur av KÍ-hópinum í summar
06.09.2023– Tað er eitt sindur ergiligt ikki at vera partur av KÍ-ævintýrinum í summar, men tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað fór at eydnast hjá KÍ. Tað sigur klaksvíkingurin í Fredrikstad, Jóannes Bjartalíð, nú KÍ er farið avstað við nógvum yvirskriftum kring heimin í summar, eftir at føroysku meistararnir vunnu seg í eitt evropeiskt bólkaspæl sum tað fyrsta føroyska felagið. Men nú handlar tað um landsliðið og sera torføru uppgávuna móti Póllandi í annaðkvøld. – Vit skulu brúka avrikið hjá KÍ sum íblástur móti Póllandi. Tað verður torført, men vit mugu trúgva upp á tað, sigur Jóannes Bjartalíð. Fyrrverandi KÍ-spælarin sigur, at hann er í góðari dystarvenjing nú, og at tað koyrir væl í Norra, nú lið hansara, Fredrikstad, liggur nummar eitt í næstbestu norsku deildini. Hóast hann hevur fingið nøkur mál, og eisini nøkur mál upp á brotsspark, so er Jóannes Bjartalíð ikki heilt nøgdur við sínar egnum deyðbóltar seinastu tíðna. – Tað hevur gingið av hundanum til við deyðbóltum í Fredrikstad, men kanska tað fer at ganga betur nú, sigur hann. Eisini kemur Jóannes Bjartalíð eitt sindur inn á sína egnu fótbóltsframtíð. Hoyr samrøðuna, sum Rúni á Reynatrøð hevði við Jóannes Bjartalíð her:
