Liðskiparin hjá B68 er ikki nøgdur við dømingina í dystinum á Argjum
13.09.2026Aftaná 1-1 (0-0) javnleikin hjá B68 móti AB inni í Vika fekk Brynjar J. Poulsen orðið á liðskiparan hjá B68, Hanus Højgaard, ið ikki er nøgdur við dømingina, har hann heldur, at dómarin, Árni B. Petersen gevur honum eitt gult kort av órøttum. B68 er fimm stig frá bjargingini nú, men Hanus Højgaard er vónríkur um, at B68 í heimadystinum móti EB/Streymi leygardagin kann koma nærri bjargingini.