Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
EB/Streymur-TB 2-2 – Mikkjal Hellisá er heldur nøgdari enn Anders Tønnesen

Hoyr Pætur Nolsøe siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í dystinum EB/Streymur-TB 2-2 (0-1), har TB eit…

16.08.2025
Hoyr Gert Hansen, Poul Kallsberg og Arnbjørn Svensson seta orð á tapið í Belfast

Rúni á Reynatrøð prátaði við hjálparvenjaran, Gert Hansen, Poul Kallsberg og Arnbjørn Svensson hjá Víkingi aft…

14.08.2025
Hoyr málini og samanumtøku frá dystinum Linfield FC-Víkingur 2-0 (2-0)

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, John Lervig siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum …

14.08.2025
André fegnast um tepra sigurin – Sigfríður staðfestir gott avrik hjá sínum monnum

Hoyr samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við høvuðsvenjararnar hjá HB og EB/Streymi, André Olsen og Sigfríð S. Cl…

10.08.2025
Jóhan Petur Poulsen: Víkingur vildi tað meira

Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen, og samrøðurnar Agnar…

10.08.2025
Trý mál upp á fýra minuttir – tað svakasta Salmundur hevur upplivað (TB-FC Suðuroy 2-3)

Hoyr Trygva Absalonsen siga frá teimum fimm málunum, ið vóru skotin í grannauppgerðini TB-FC Suðuroy 2-3 (2-3)…

10.08.2025
Árni: Vit vera klárir hóskvøldið til returdystin í Ungarn

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe og viðmerkjaran, Jan Andreasen siga frá teimum sjey málunum KÍ skoraði í 7-0 …

08.08.2025
David Healy harmast um mistøkini sum førdu til bæði málini hjá Víkingi

Høvuðsvenjari hjá Linfield er søguligi toppskjúttin hjá norðurírska fótbóltslandsliðnum, David Healy. Í samrøð…

07.08.2025
Hans Jákup fegnast um evropeisku debutina og Ingi fegnast um sigursmálið

Hoyr samrøðurnar Rúni á Reynatrøð gjørdi aftaná 2-1 sigurin hjá Víkingi á Linfield á Tórsvølli. Málverjin, Han…

07.08.2025
Per D. Jacobsen: Eitt góðtikið avrik hjá Víkingi móti Linfield

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Per D. Jacobsen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru …

07.08.2025
Jákup B: Vit fingu úrslitið og tað er tað sum telur

Aftaná 2-0 sigurin hjá KÍ á belarussiska, Neman á Tórsvølli fekk Trygvi Absalonsen orðið á fyrra málskjúttan h…

05.08.2025
Obbekjær: NSÍ burdi vunnið ein størri sigur á B68

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trygva Absalonsen siga frá málunum í dystinum B68-NSÍ 1-3 (0-3). Hoyr eisini samrø…

03.08.2025
Sølvi fegnast um góða byrjan upp á seinnu helvtina av kappingini

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýrini siga frá teimum trimum málunum, ið vóru …

02.08.2025
Soleiðis vann KÍ seg víðari til triðja undanumfarið – Hoyr Odmar og Jóannes seta orð á sigurin

Hoyr Trygva Absalonsen og Hjalgrím Elttør siga frá sigursmálinum Páll A. Klettskarð skoraði fyri KÍ móti Radni…

31.07.2025
Hoyr Ragnar Joensen og Nikolai Johannesen seta orð á flotta ólavsøkusigurin hjá TB

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trygva Absalonsen siga frá málunum Joel Sundström og Mohammed Samba skutu í 2-0 si…

28.07.2025
Kenslan er góð hjá Viljormi og André aftaná javnleik 1-1 móti Brøndby

Aftaná tíðindafundirnar aftaná flotta 1-1 javnleikin hjá HB móti Brøndby á Tórsvølli fekk Pætur Nolsøe orðið á…

24.07.2025