Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Emil Weihe Joensen fegnast um debutina – kann liva við javnleikinum

Í samrøðu við Trygva Absalonsen fegnast Emil Weihe Joensen um, at hann fekk debut á A-landsliðnum, har hann sa…

29.09.2026
Landsliðsmálverjin: – Spæla góðan fyrra hálvleik men tað haltaði í seinna hálvleiki

Millum bestu føroysku leikararnar í 1-1 (0-0) javnleikinum móti Moldova í Chisinau var landsliðsmálverjin, Mat…

29.09.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Høvdu ov nógvar trupuleikar í hepnum javnleiki í Chisinau

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Agnar Prestá siga frá málunum í Nations League dystinum…

29.09.2026
Brandur Jacobsen: – Hetta knýtir feløgini tættari saman

Og eisini feløgini og FSF, staðfestir Víkinga-formaðurin, sum hevur verið við á so at siga hvørjum formanstúri…

29.09.2026
Landsliðsradio: Dribblarar, miðlaavmarkingar, liðmetingar og gitingar í Moldova

Agnar Prestá og Tróndur Arge mettu um dystin í kvøld saman við Trygva Absalonsen. Aron Benjaminsen, á og uttan…

29.09.2026
– Aron kann fáa eina jokaraleiklut í morgin

Aron Benjaminsen er eitt eyðsynt talent sum vit ikki ofta hava sæð nógv av í Føroyum. Í juni har ov tíðliga at…

28.09.2026
Eg spæli har sum venjarin setur meg

Petur Knudsen hevur spælt sum framherji stóran part av sinari landsliðskarrieru spælt framherji, men í NSÍ spæ…

28.09.2026
9’arar, sjálvsálit og FC Hoyvík í Moldova

Hoyr landsliðsradio, har Jan Vestergaard, formaður í FC Hoyvík tosaði um støðuna í felagnum, um formanstúrin o…

28.09.2026
Viljormur: Hørð kapping millum meg og Martin

Ein av teimum elstu leikarum í hópinum kom ikki á vøllin ímóti Kasakstan. Viljormur Davidsen staðfestir hørðu …

27.09.2026
Viðmerkjarin hjá FM1 framhevjar avrikini hjá Áka D. Samuelsen og David Geza Turi

Hoyr frásøgumannin, Trygva Samuelsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá málunum í Nations League dystinum …

26.09.2026
Gunnar Vatnhamar: – Vit eru bert eina hornasparksstøðu frá einum perfektum verjuavriki

Aftaná 1-1 (1-1) móti Kasakstan í tí fyrsta Nations League dystinum í hesari kappingini í deild C fekk Petur A…

26.09.2026
Hanus Sørensen: – Eg og aðrir taka ikki av málmøguleikunum

Aftaná 1-1 (1-1) móti Kasakstan í tí fyrsta Nations League dystinum í hesari kappingini í deild C fekk Petur A…

26.09.2026
Landsliðsvenjarin harmast sigurin ikki kom til høldar – men javnleikurin er ikki ein katastrofa

Aftaná 1-1 (1-1) móti Kasakstan í tí fyrsta Nations League dystinum í hesari kappingini í deild C fekk Petur A…

26.09.2026
Áki fegnast um fyrsta málið og fyrsta kappingardystin – men sigurin manglaði

Hoyr 1) Trygvi Absalonsen og Eli Simonsen siga frá vakra 1-0 málinum Áki D. Samuelsen skoraði í Nations League…

26.09.2026
Undansendingin: Nations League dysturin Føroyar-Kasakstan

Hoyr samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig og Brynjar J. Poulsen gjørdu í undansendingini FM1 hevði frá Tórsvølli o…

26.09.2026
Far vestur á Eiðið – Óli Holm, Robert McBirnie og Páll Augustinussen vitjaðu Árna Gregersen

Í samband við, at søgan hjá Vágs Bóltfelagi: "Far vestur á Eiðið" hjá Óla Holm kom út fyrr í ár, hevði Árni Gr…

26.09.2026