Meðan Kringvarp Føroya leitar eftir nýggjum stjóra aftan á fráfarna Ivan Niclasen, er Katrin Petersen, tíðindaleiðari, fyribils stjóri á stovninum.
“Katrin Petersen er sett sum fyribils stjóri í Kringvarpinum, eftir at Ivan Niclasen var loystur úr starvi í gjár,” skrivar KvF.
Tann 51 ára gamla Katrin Petersen er útbúgvin journalistur og samfelagsfrøðingur.
Hon skal virka sum fyribils kringvarpsstjóri “til nýggjur stjóri er funnin – væntandi nakrar mánaðir.”
“Tilgongdin at søkja eftir nýggjum kringvarpsstjóra byrjar beinavegin,” boðar KvF frá.
Ivan Niclasen varð loystur úr starvi við brestin aftan á fund í kringvarpsstýrinum fyrradagin um at hann sum kringvarpsstjóri hevði lovað einum borgara at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald. Borgarin hevði sambært upplýsingar hótt starvsfólk.