Hondbóltur er sjálvandi eitt liðspæl. Men vit hava gjørt eina roynd at meta um avrikið hjá einstaku leikarunum 33-24 ósigrinum hjá føroysku hondbóltskvinnunum móti Danmark.
Les eisini dystarfrásøgn frá dystinum millum Føroyar og Danmark
10 verður givið fyri fullkomið avrik 9 verður givið fyri frálíkt avrik 8 verður givið fyri sera gott avrik 7 verður givið fyri gott avrik 6 verður givið fyri ein miðal avrik 5 verður givið fyri avrik undir miðal 4 verður givið fyri minni gott avrik 3 verður givið fyri vánaligt avrik 2 verður givið sera vánaligt avrik 1 verður givið fyri óvanliga vánaligt avrik. |
Pernille Brandenborg 9:
Spældi aftur ein branddyst í verjuni, og skoraði eina rúgvu av málum móti endanum av dystinum
Brynhild Pálsdóttir 8:
Fekk veruliga hol á málskjótingina í seinna hálvleiki
Rakul Wardum (málverji) 7:
Stóð væl, tá ið hon kom inn aftur í seinna hálvleiki
Brynja Høj 7:
Ein brandyst í verjuni. Men reyða kortið telur niður.
Súna Krossteig Hansen 6:
Hevði eina frálíka løtu í seinna hálvleiki.
Maria Pálsdóttir Nólsoy 6:
Gekk undan, so leingi tað gekk væl í fyrra hálvleiki
Annika Fríðheim Petersen (málverji) 5):
Fekk ongantíð veruliga fatur á nøkrum í dag.
Jana Mittún 5:
Royndi og royndi. Nakrar fintur í heimsflokki, men brendi alt ov nógv.
Turið Arge Samuelsen 5:
Tvey mál, eitt skot niður í jørðina og eitt yvirtraðk.
Bjarta Osberg Johansen 5:
Var ikki so sjónlig, tá ið hon var inni.
Elsa Egholm 5:
Hevur eina sera torføra uppgáva við høgru hond á høgra bakki. Brennir ov nógv.
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 5:
Spælir ikki vongur vanliga, og brennur ov nógv í dag
Lív Bentsdóttir Zachariassen 5:
Kom inn í verjuna, tá ið Brynja Høj fekk reytt kort. Byrjaði trilvandi, men spældi seg nakað upp í seinna hálvleiki.
Lukka Arge 5:
Brendi brotskast. Spældi væl í verjuni í seinna hálvleiki.
Rannvá Olsen 5:
Brendi tað eina skoti, hon skeyt úr sera spískum vinkli. Vardi væl.
Bjørk Franksdóttir Joensen (ikki á vøllinum):